Tíðindaskriv:
Tað hevur í mong ár verið eitt ynski hjá fólki at kunna ogna sær lutaíbúðir eins og í øðrum londum, og nú hevur Bústaðir avgjørt, at royna at selja nýggju íbúðirnar við Dalavegin í Tórshavn sum lutaíbúðir.
Talan er um 44 bústaðareindir í ymiskum støddum, og tekur keypsprísurin fyri lutirnar útgangsstøðið í tí kostnaði, ið verkætlanin samlað hevur kostað + mett virði av grundøkinum.
Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er umleið 168,75 milliónir krónur, og er hesin kostnaðurin so býttur í 44 partar, har atlit er tikið til stødd, innrætting, staðseting, útsýni o.s.fr.
Prísirnir eru ávikavist 2,75 milliónir krónur, 2,85 milliónir krónur, 2,875 milliónir krónur, 3,0 milliónir krónur, 4,1 milliónir krónur, 4,5 milliónir krónur og 4,9 milliónir krónur.
Sølutilgongdin: Limir og leigarar hava framíhjárætt
Fólk, sum búgva hjá Bústøðum ella eru uppskrivaði hjá Bústøðum, fáa framíhjárætt til at ogna sær ein lut. Eftir tríggjar vikur verða tær lutaíbúðirnar, ið tá ikki eru seldar, settar alment til sølu í samstarvi við Skyn.
Kunning um lutaíbúðirnar:
Meira kunning um kunningarfund, lutaíbúðarfelagið, íbúðirnar og sølutilfar er at fáa, ella kann heintast, á heimasíðuni hjá Skyn á www.skyn.fo.