Hervør legði bragdliga fyri

Kvinnur: Greipuvinnararnir vóru undir trýsti á heimavølli, har NSÍ stríddist fyri at javna og so tapti við tveimum málum

Fyrsta umfar í landskappingini hjá kvinnum hevur verið hetta vikuskiftið.

Í gjár royndu nýggju liðini í bestu deildini seg fyri fyrstu ferð, og felags fyri tey bæði var, at tey taptu stórt.

Fyrsta royndin í bestu deildini hjá samansetta liðnum AB/B71 var á útivølli ímóti EBS/Skála. Heimaliðið undir Mýruhjalla á Skála vann 5-0. Tað kundi sæð út sum um, at alt ikki stemmaði beinanvegin hjá nýggja liðnum, tí øll málini vórðu skorað fyrsta stóra hálva tíman.

Fyrsta royndin í bestu deildini hjá 07 Vestur var á heimavølli. HB vitjaði á Dungasandi í Sørvági, og gestirnir fóru til hús við 6-0 sigri. Tá ið tað var hálvleikt, var støðan 4-0.

Merkisvert var tað, at tríggir brasilskir spælarar vóru á heimaliðnum.

Sara Samson Lamhauge og Sunniva Willemoes skoraðu tvey mál í part, og Julia Naomi Mortensen og Jónvá Hentze skoraðu eitt mál hvør.

Í Gundadali vann Víkingur 1-0 ímóti B36. Einasta málið skoraði Mona Rasmusdóttir við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Longu tá ið 10 minuttir vóru farnir, varð bríkslað fyri brotssparki til Víking, men tá misnýtti Jensa Tórolvsdóttir.

Tølini siga, at heimaliðið vann sjey hornaspørk, og at gestirnir vunnu tvey hornaspørk.

Í Klaksvík høvdu greipuvinnararnir í KÍ vitjan av NSÍ, sum í fjør var næstbest í bæði landskappingini og steypakappingini. Fyri viku síðani vann KÍ stórsteypadystin ímóti NSÍ 4-1.

Aftur í dag vann KÍ. Úrslitið var 3-1. KÍ legði bragdliga fyri, og Hervør Olsen hevði skorað tvey mál, tá ið 26 minuttir vóru farnir, og tá ið stórur hálvur tími var farin, hevði KÍ gyltan møguleika at økja um leiðsluna, men Sjarlotta Joensen í NSÍ málinum tveitti seg og bjargaði, tá ið Rannvá B. Andreasen royndi seg við brotssparki.

So hevði NSÍ betri tak á spælinum, og í langa løtu var heimaliðið nógv í verjustøðu og dúvaði upp á mótálop. NSÍ spældi seg til møguleikar, men Óluva Allansdótir Joensen vardi sera væl í KÍ málinum. Dygst undan steðginum minkaði Maria Vinjarsdóttir Johansen um munin, eftir at Óluva hevði hálvbjargað, tá ið Heidi Sevdal var púra leys og úr góðari støðu royndi ímóti málinum.

NSÍ var í fleiri góðum støðum, men tað gekk illa við at royna ímóti málinum. KÍ var vandamikið í skjótum mótálopum, har Hervør Olsen og Rannvá B. Andreasen vóru eyðsýndar. Bæði liðini raktu tvørtræið, og so var tað, tá ið NSÍ spenti álopsbogan, og KÍ staðfesti 3-1 heimasigurin.

Sjey minuttir undan leikloki varð Rutt Gregersen sett á vøllin, og tveir minuttir seinni fangaði hon bóltin, tá ið NSÍ royndi at leggja aftur til málverjan og so var 3-1.

Annað umfar verður næsta vikuskifti.

Leygardagin: EBS/Skála – 07 Vestur.

Sunnudagin: Víkingur – KÍ, HB – B36 og AB/B71 - NSÍ

 

KÍ – NSÍ 3-1 (2-1)

1-0: Hervør Olsen 23.

2-0: Hervør Olsen 26.

2-1: Maria Vinjardsdóttir Johansen 42.

3-1: Rutt Gregersen 85.

 

EBS/Skála – AB/B71 5-0 (5-0)

1-0: Rakul V. Magnussen 11.

2-0: Randi Fagradal 24.

3-0: Randi Fagradal 25.

4-0: Silja Pálsdóttir Augustinussen 29.

5-0: Lea Lisberg 33.

 

07 Vestur – HB 0-6 (0-4)

0-1: Sara Samson Lamhauge 20.

0-2: Julia Naomi Mortensen 33.

0-3: Sunniva Willemoes 42.

0-4: Sunniva Willemoes 45.

0-5: Jónvá Hentze 61.

0-6: Sara Samson Lamhauge 88.

 

B36 – Víkingur 0-1 (0-0)

0-1: Mona Rasmusdóttir br 28.