Tá menn frá vegadeildini í Klaksvík vóru til arbeiðis í morgun, varnaðust teir, at fleiri “sár” vóru ymstaðni á vøllinum.
- Í fleiri støðum er líkt til, at onkur hevur stuttleika sær við at brent graslíkið, so hetta er smeltað niður at gummikúlunum, sum eisini eru í undirlagnum, sigur Jón Harald Poulsen á Vegadeildini hjá Klaksvíkar Kommunu.
- Talan er um eini seks slík sár á vøllinum, og eru hesi einar 5-10 sentimetrar til støddar. Tað ber sjálvandi framvegis til at spæla fótbólt á vøllinum, men í støðum verður vøllurin sera keðiligur. Og við árunum verða hesi sárini til stóran ampa, heldur Jón Harald.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at tey enn ikki hava nakra slóð at ganga eftir í málinum. Men hann váttar, at tey kanna málið, og eydnast tað at finna ótangarnar, kunnu viðkomandi rokna við endurgjaldskravi upp á tað, sum tað kostar at umvæla vøllin.