Herverk gjørt á bil

Vakthavandi sigur, at onkur hevur gjørt seg inn á ein parkeraðan bil í nátt.

Vakthavandi sigur, at onkur hevur gjørt seg inn á ein parkeraðan bil í nátt.

 

Sagt verður, at onkur hevur brotið rútarnar á einum bili í nátt.

 

- Bæði bakrúturin og síðurútar vórðu brotnir inn, sigur vakthavandi.

 

Annars hevur verið rímiliga friðarligt í nátt. Onkur ósemja og onkur fullur maður, sum politiið koyrdi til hús.