Herviligur I LOVE YOU-ormur smittar illa

Fleiri virkir í Føroyum hava fingið eina nýggja orm-telduvirus, sum spjaðir seg sjálva við at senda teldupost við heitinum I LOVE YOU. Virusið oyðileggur heimasíður, tí hon slettar allar myndir á teldunum, og hon sendir seg sjálva til allar teldupostadressur, sum eru at finna í adressuskránni í telduni

Latið verða við at opna teldupostar, sum hava heitið I LOVE YOU. Alla staðni í telduheiminum verða ávaringar sendar út um hetta nýggja ormavirusið. Eisini í Føroyum eru fleiri, sum hava fingið hetta ormavirusið. Í teldupostinum er eisini ein viðløgd fíla sum eitur LOVE-LETTER-FOR-YOU.TXT.vbs.


Hetta ormavirus ger seg inn á startsíðuna í Internet Explorer og skaðar allar JPEG- og MP3-fílur.


Virusforritið er skrivað í Visual Basic og verður ikki fangað av sjálvt nýggjastu útgávunum av forritunum, sum verja telduna í mótivirus.