Hervør Pálsdóttir tók sæti á tingi í dag

Í dag tók Hervør Pálsdóttir, sum hevur verið í barnsburðarfarloyvi síðani 15. desember í fjør

Erling Eidesgaard er ikki longur tingmaður fyri Tjóðveldi. Tað hevur hann annars verið stóran part av hesum valskeiði. Hann misti fasta varasessin, tá Jóhan Christiansen kom í landsstýrið fyri Høgna Hoydal í fjør. Men tá Hervør Pálsdóttir fór í barnsburðarfarloyvi í september varð aftur pláss fyri honum. 

Í sambandi við málið um fría fosturtøku síðsta heyst tók Hervør Pálsdóttir aftur sæti á tingi, tí tað var eitt av hennara hjartamálum. Hon fór aftur í barnsburðarfarloyvi 15. desember í fjør.

Men í dag var hon aftur í tinginum – heslt tí at val er skrivað út. Men tað merkir so, at Erling Eidesgaard hevur verið í tinginum fyri seinasta ferð hesu megin løgtingvalið.

Tá landsstýrið var skipað í desember í 2022 tóku annars trý varafólk við tingsessum fyri Høgna Hoydal, Sirið Stenberg og Dennis Holm, sum vórðu tilnevnd landsstýrisfólk. Tey vóru øll vald á ting. 

Tá Dennis Holm noyddist at leggja frá sær sum lanndsstýrismaður, og tá Høgni Hoydal fór úr landsstýrinum eftir formansskiftið í flokkinum, vórðu Eirikur í Jákupsstovu og Jóhan Christiansen tilnevndir landsstýrismenn í staðin. Hvørgin teirra er valdur á ting. Men Eirikur í Jákupsstovu var fyrsta varafólk. Liljan Weihe var annað varafólk og Erling Eidesgaard triðja varafólk. Tí hevur Tjóðveldi bara eitt varafólk fyri landsstýrisfólk í Løgtinginum, Liljuna Weihe.

Sambært gerðabókini hjá Løgtinginum tók Hervør Pálsdóttir aftur við tingsessinum 1. mars.