Frakland sendir jagaraflogfør yvir arabisku hálvoynna

Frakland hevur sent jagaraflogfør yvir Sameindu Arabisku Emiratini fyri at verja franskar sjó- og loftstøðir móti iranskum álopum.

Fransk Rafale jagaraflogfør vóru í luftini yvir Sameindu Arabisku Emiratunum týsdagin. (Savnsmynd). - Mynd: Christophe Archambault/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, sambært tíðindastovuni AFP.

– Rafale-flogførini og flogskiparar teirra eru mobiliseraðir fyri at tryggja trygdina á okkara anleggum.

Hann legði afturat, at eitt franskt flogfar, sum var á franskari sjóverjustøð í Sameindu Arabisku Emiratunum, varð rakt í einum dronuálop sunnudagin.

Eftir álopið boðaði Frakland frá saman við Týsklandi og Bretlandi, at landið fór at samstarva við USA um síni egnu og sambandsáhugamál í Miðeystri.

 

/Ritzau/

 

Fransk Rafale jagaraflogfør vóru í luftini yvir Sameindu Arabisku Emiratunum týsdagin. (Savnsmynd). - Mynd: Christophe Archambault/Ritzau Scanpix