Niels Louis-Hansen er ríkasti maður í Danmark - og nummar 233. ríkasti í øllum heiminum.
Fíggjarmiðilin Bloomberg News fylgir dagliga við, hvørji tey ríkastu 500 fólk í heiminum eru. Tað verður gjørt við partabrævakursum, tá partabrævamarknaðirnir kring heimin lata aftur.
Her sært tú, hvørji eru tey ríkastu í dag:
Nr. 1: Amazon-stovnarin Jeff Bezos úrUSA. Ogn hansara er upp á 933 milliardir krónur.
Nr. 2: Amerikanski Bill Gates, sum stovnaði Microsoft. Ogn hansara er 613,2 milliardir krónur.
Nr. 3: Íleggjarin Warren Buffett úr USA. Ogn hansara er 525 milliardir krónur.
Nr. 4: Franski vinnulívsmaðurinBernard Arnault. Hann er millum annað stjóri í LMVH Moët, sum eigur franska luksusmerki Louis Vuitton. Ogn hansara er upp á 481,8 milliardir krónur.
Nr. 5: Amancio Ortega úr Spania. Hann stovnaði klædnaketuna Zara. Ogn hasara er 459,6 milliardir krónur.
Nr. 6: Facebook-stovnarin Mark Zuckerberg úr USA. Ogn hansara er 437,4 milliardir krónur.
Skulu vit finna fólk úr okkara kongaríki, so skulu vit langt niður á listan:
Nr. 233: Niels Louis-Hansen. Vinnur pening millum annað upp á partabrøv. Pápi hansara stovnaði medisinfelagið Coloplast, sum hann nú er størsti partaeigari í. Ogn hansara er 44,4 milliardir krónur.
Nr. 239: Troels Holch Povlsen, sum eigur Bestseller. Ogn hansara eru upp á 33,6 milliardir krónur.
Nr. 359: Agnete Kirk Thinggaard. Dóttir fyrrverandi Lego-stjóranKjeld Kirk Kristiansen. Ogn hennara er 32,4 milliardir krónur
Nr. 369: Sofie Kirk Kristiansen. Dóttir fyrrverandi Lego-stjóran Kjeld Kirk Kristiansen. Ogn hennara er 32,4 milliardir krónur.
Nr. 366: Thomas Kirk Kristiansen. Sonur fyrrverandi Lego-stjóran Kjeld Kirk Kristiansen. Ogn hansara er upp á32,4 milliardir krónur.
Enn er eingin føroyingur, og eingin grønlendingur at síggja á hesum lista.
Kelda: Bloomberg.
/ritzau/