Í vetur hava fleiri fólk, bæði menn og kvinnur, luttikið á dugnaskapsskeiði í sigling og VHF í Sørvági, og hin 27. mai var prógvhandan í Marghøllini.
Úr Sørvági verður sagt, at lærari hevur verið Jan M. Hjaltalin, og skeiðið hevur verið hildið í samstarvi við Sjónám í Klaksvík.
Luttakarar á skeiðnum vóru:
Helga Guttesen, Beinir Guttesen, Vígdis W. Jacobsen, Vøgg Nyholm Debes, Kári Joensen, Absalon L. Jacobsen, Gunnar K. Í Løðu og Rúni Magnusson.
Tey, sum eisini luttóku á skeiðnum og fingu prógv í sigling og VHF, men sum ikki eru við á myndini, eru Daniel Rapa og Jákup Martin Weihe.
##med2##