Hesi liðini hittast í hálvfinalunum hjá monnum

Eftir dagsins dyst ímillum Neistan og Team Klaksvík er greitt, hvørji lið hittast í steypahálvfinalunum hjá monnum.

Síðsti bólkaspælsdystur í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum varð spældur í dag. Talan var um dyst ímillum Neistan og Team Klaksvík í Havn.

 

Síðsti dystur í bólki 1 varð spældur leygardagin ímillum StÍF og Kyndil. Ein dystur, sum StÍF vann, og hervið komu H71 og StÍF víðari úr hesum bólkinum. Undan dagsins dysti var longu greitt, at KÍF og Neistin komu víðari úr bólki 2, men dysturin var kortini spennandi, tí at um Neistin vann við níggju málum ella meir, so vunnu neistamenn bólkin.

 

Og Neistamenn avgreiddu sín setning og vunnu bólkin. Stórur munur var á liðunum í høllini á Hálsi í dag, har Team Klaksvík bert hevði 10 leikarar við til dyst. Í fyrra hálvleiki megnaði Team Klaksvík tó nøkulunda at fylgja við Neistanum - hálvleiksstøðan var 15-11 til Neistan. Í seinna hálvleiki var tó týðuligur munur á orkuni hjá liðunum báðum, og endaliga úrslitið gjørdist 33-21 til Neistan.

 

Endaliga støðan í bólki 2 gjørdist hendan:

 

1. Neistin - 5 stig

2. KÍF - 5 stig

3. VÍF - 2 stig

4. Team Klaksvík - 0 stig

 

Neistin vinnur bólkin, tí at málmunurin hjá neistamonnum er fýra mál betri enn tann hjá kollfirðingum.

 

Sostatt er greitt, at dystirnir í hálvfinaluni verða hesir: Neistin-StÍF og H71-KÍF.

 

Málskjúttarnir frá dystinum í høllini á Hálsi í dag vóru hesir:

 

Neistin: Rói Berg Hansen 9, John í Innistovu 6, Andras Joensen 5, Teis Horn Rasmussen 4, Torkil Hentze 3, Regin Petersen 2, Jugoslav Djumic 2, Sjúrður Thomasen 1 og Terji Mørk 1.

 

Team Klaksvík: Andrias Ellingsgaard 5, Vilhelm Vilhelmsen 4, Hanus Norðberg 4, Bogdan Florea 3, Jens Pauli Mohr 3, Beinir Johannesen 1 og Dánjal Kjærbo 1.