Hesi rættindi og skyldur hevur tú á Facebook

Løgtingsins Umboðsmaður greiðir nú frá, hvørji rættindi og hvørjar skyldur, fólk hava á Facebook, og øðrum sosialum miðlum

- Upplýsingar, sum eru settir á Facebook, kunnu vera ringir at strika aftur.

 

Tað staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Á seinastu ársfrágreiðing síni hevur Umboðsmaðurin nakrar leiðbeiningar um, hvørji rættindi og skyldur, fólk hava á Facebook, og eisini um, hvussu fólk kunnu bera seg at fyri at fáa upplýsingar strikaðar aftur á Facebook,

 

Umboðsmaðurin staðfestir, at internetið, og serliga Facebook, og aðrar sosialar tænastur, hevur havt við sær, at einstaklingar í størri og størri mun handfara persónsupplýsingar. Hetta kann vera, tá ein persónur leggur tekst um, ella mynd av, øðrum personum á vangamynd sína ella í ein bólk, hann fyrisitur.

 

Men sostatt hevur persónurin eisini skyldu til at fylgja persónsupplýsingarlógin, sum setur ávís krøv um, hvussu persónsupplýsingar skulu viðgerast.

 

Persónsupplýsingarlógin er ikki galdandi fyri allar vangamyndir ella bólkar á Facebook. Hon er ikki galdandi fyri virksemi av heilt persónligum slagi, sum táið vangamyndin, ella bólkurin á Facebook, er „afturlatin“, og bara eitt avmarkað tal av „vinum“ hava atgongd til upplýsingarnar.

 

Hinvegin mugu upplýsingarnir metast at vera almannakunngjørdar um vangamyndin, ella bólkurin er „almennur“, soleiðis at allir brúkarir á Facebook, hava atgongd til teir. Og í hesum føri hevur tann, sum eigur vangamyndina ella fyrisitir eini bólk, ábyrgdina.

 

Tað sama er fyri vangamyndir, ella bólkar, sum ikki eru „almenn“, men har persónurin, sum eigur vangamyndina ella fyrisitir bólkin, hevur nógvar vinir, ella nógvar vinir, hann ikki kennir.

 

Í slíkum føri kunnu persónsupplýsingarnar vera atkomiligar hjá einum so stórum skara av fólki, at tað teir kunnu sigast at vera almennir.

 

Tey, sum vilja mótmæla, at upplýsingar, ella myndir, eru almannakunngjørdar á Facebook, ella aðrastaðni á internetinum, eiga fyrst at taka hetta upp við tann, sum eigur vangamyndina ella fyrisitir bólkin, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Vil viðkomandi ikki vil taka upplýsingarnar, ella myndina burtur, kann Dátuefirlitið kanska hjálpa, um so er, at persónurin býr í Føroyum.

 

Dátuefirlitið kann bara hjálpa, har upplýsingarnar eru brot á persónsupplýsingarlógina. Men er talan um upplýsingar, sum eru umfatað av talufrælsinum, fær Dátueftirlitið hinvegin einki gjørt.

 

Fyrr bar ikki til at strika eina vangamynd á Facebook, men bara at gera hana óvirkna, soleiðis at hon ómakaleyst kundi latast upp aftur við øllum teimum gomlu upplýsingunum.

 

Í dag kann ein persónur eisini strika vangamynd sína, hóast hetta er meira drúgført enn at gera vangamyndina óvirkna. Samstundis er kanska neyðugt at lata Facebook fleiri upplýsingar, soleiðis at tey á Facebook eru vís í, at persónurin hevur rætt til at krevja vangamyndina strikaða.

 

Verður ein vangamynd strikað, førir við sær, at navn, føðingardagur og aðrir upplýsingar, sum eyðmerkja persónin, verða strikaðar á ambætarunum hjá Facebook, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Men tað kann vera rættiliga torført at fáa ein Facebookbólk strikaðan, leggur hann afturat.