Hesi stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin

Fýra kvinnur og 13 menn eru á listanum hjá Sjálvstýrinum til løgtingsvalið.

Tað var Sámal Petur í Grund, formaður Sjálvstýrisins, sum legði fram valskránna á tíðindafundi í morgun

Sjálvstýrisflokkurin hevur í morgun lagt fram valsrkránna á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum. Tað var formaður floksis, Sámal Petur í Grund, sum legði fra vegna flokkin.

 

Tey stóru málini, sum flokkurin fer til val uppá, eru hesi:

 

  • At fáa mótrokningina burtur hjá pensjónistunum
  • At ferðavinnan verður skipað saman við óðalsmonnum og bóndum kring landið
  • At tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Vága- og Norðoyatunnlin og at vit fáa eina partvís fígging av Suðuroyartunlinum
  • At vit ikki eiga at gera sáttmála við russar

 

Hesi 17 fólkin stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin til løgtingsvalið 8. desember:

 

  1. Brandur Øssursson Simonsen Tórshavn
  2. Claus Martin í Grund, Toftir
  3. Dan Askham, Fuglafjørður
  4. Geir Eyðunsson, Sandavágur
  5. Hans Cecil Poulsen, Hvalba
  6. Heri Danielsen, Hoyvík
  7. Hervør Ólafsdóttir Lützen, Tórshavn
  8. Hjalmar Zachariasen, Klaksvík
  9. Jóhanna Syderbø Grúkarskarð, Klaksvík
  10. Kristin Michelsen, Froðba
  11. Maibritt Hansen, Syðrugøta
  12. Rógvi Fossadal, Eiði
  13. Rúna Sivertsen, Ánirnar
  14. Sámal Petur í Grund, Klaksvík
  15. Sofus Hansen, Ljósá
  16. Súni á Dalbø, Miðvágur
  17. Zakarias Wang, Hoyvík

Tað var Sámal Petur í Grund, formaður Sjálvstýrisins, sum legði fram valskránna á tíðindafundi í morgun