– Stytt arbeiðsvika, skattalætti og lønarlyft innan umsorganarøkið.
Tað eru trý av átta málum, sum nýggja samgongan hevur sett sær fyri at loysa, sum eru loyst um eitt ár.
Tað sigur Aksel V. Johannsen, løgmaður, í stórari samrøðu við Sosialin í dag, sum fæst í leysasølu king landið og sum verður borin haldarum í dag.
Løgmaður sigur í samrøðuni, at hann er sum heild væl nøgdur við ta semju, sum Javnaðarflokkurin hevur gjørt við Tjóðveldi og Framsókn.
– Vit hava fingið tey mál við, sum vit høvdu í valskránni. Niðurskurðurin í ríkisveitingini kunnu vit taka undir við, hóast vit eru ein samríkisflokkur. Tað eru hinir báðir samgonguflokkarnir ikki, men Javnaðarflokkurin hevur sagt, at vit eiga at taka fulla búskaparliga ábyrgd, og tað er tað, sum vit gera nú.
Løgmaður sigur eisini í samrøðuni, at tað hevði passað flokki hansara betur, um niðurskurðurin var ein prosentpartur av realbúskaparvøkstrinum, men tey tølini hava vit ikki.
– Vit hava tøl fyri vøkstri, men ikki hvat realvøksturin er, sigur løgmaður.
Avtalað er, at skerjingin av blokkinum verður 25 miljónir krónur um árið, men tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at verður búskaparvøksturin negativur, so skal skerjingin steðgað.
Lesið samrøðuna við nýggja løgmannin í Sosialinum í dag.
##med2##