Aftur í ár verður DM í Gladsaxe – hesaferð tann 11. januar 2025. Hetta er ein dagur við nógvum góðum og strævnum løtum, har okkara íðkarar fara at luttaka í sprint og teinarógving, t.e. tey yngru 2-4min og tey eldru 2000m.
Í ár hevur ungdómslandliðsvenjarin, Sarita Kristina Hansen, givið 12 íðkarum landsliðsboð og hesi eru:
U12 dreingir – Jógvan S. við Misá, Róðrarfelagið Tindur.
U13 gentur – Nataja Hansy úr Hørg, Sumbiar Ítróttarfelag.
U13 dreingir- Martin Eirikson Mikkelsen, Róðrarfelagið Tindur.
U14 gentur – Victoria Høghamar, Eiðis Róðrarfelag.
U14 gentur – Sirið Mørkøre, Eiðis Róðrarfelag.
U14 dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag.
U16 gentur – Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur.
U16 gentur – Kristvør Clementsen, Róðrarfelagið Knørrur.
U16 gentur – Vár í Húsinum, KÍF Kappróður.
U16 dreingir – Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur.
U17 dreingir – Teitur Birg Brattaberg, Vágs Kappróðrarfelag.
U18 dreingir – Pauli Joensen, Róðrarfelagið Tindur.
Nú fara íðkarnir – í samráð við ungdómslandsliðsvenjaranum – at venja fram ímóti kappingini.
Við í ferðalagnum verða Vár G. Hansen, umboð fyri RSF og Annika Jacobsen, liðleiðari.
– RSF ynskir øllum góða eydnu og vit gleða okkum sera nógv, at fylgja við á kappingardegnum, skrivar Róðrarsamband Føroya.