Eftir misjøvn úrslit hetta kappingarárið valdi Chelsea í dag at siga Frank Lampard úr starvinum sum høvuðsvenjari í felagnum, har hann hevði verið síðsta hálvaannað árið.
Tað tykist vera breið semja um, at týski Thomas Tuchel er stórfavorittur at gerast nýggjur venjari í Chelsea. Hesum taka veddingarfyritøkur eisini undir við.
Sambært veddingarfyritøkum er fyrrverandi Chelsea-áleyparin og núverandi ukrainski landsliðsvenjarin, Andriy Shevchenko, eisini eitt rímiliga gott boð saman við eitt nú Rafael Benitez, ið júst er givin í kinesiska Dalian Pro.
Eingin er tó eins stórur favorittur sum Thomas Tuchel, og fleiri veddingarfyritøkur hava longu tikið oddsini burtur á hann, sum helst merkir, at tey eru púra vís í at hann gerst næsti Chelsea-venjari.
47 ára gamli Thomas Tuchel hevur síðstu fimm árini staðið á odda fyri Borussia Dortmund og seinast Paris Saint-Germain.
Odds uppá hvør gerst næstur Chelsea-venjari:
Thomas Tuchel 1,12
Andriy Shevchenko 4,00
Rafael Benitez 5,50
Ralf Ragnick 6,50
Massimiliano Allegri 7,50
Julian Nagelsmann 7,50
Ralph Hasenhuttl 12,00
Avram Grant 16,00
Arsene Wenger 20,00
Brendan Rodgers 25,00
Zinedine Zidane 25,00
Didier Deschamps 25,00
Kelda: PaddyPower