Tað er krepputekin í Manchester United, sum einki stig hevur fingið í tveimum teimum fyrstu dystunum í Premier League kappingarárinum higartil. Nú er líkt til, at bjargingarmaðurin eitur Casemiro og spælir við Real Madrid.
Fleiri fjølmiðlar skriva við ítróttarskrivaranum Fabrizio Romano sum keldu, at Manchester United er í holt við at keypa brasilska miðvallaran frá Real Madrid. Hann er blivin 30 ár og søgan er, at Manchester United eru sinnaðir at geva honum ein sáttmála, sum er upp til fimm ára langur.
Real Madrid hevur við bæði Cristiano Ronaldo og Sergio Ramos víst, at felagið ikki er sinnað at gera langtíðar sáttmálar við spælarar, sum eru farnir um tey 30 árini. Tí skal Casemiro hava áhuga í at skifta Real Madrid og Champions League fótbólt út við Manchester United og Europa League.
Prísurin sigst liggja um 500 milliónir krónur fyri verjukenda miðvallaran. Casemiro er annars partur av einum miðvølli, sum fer í søgubøkurnar. Saman við Toni Kroos og Luka Modric hevur Casemiro vunnið Champions League fimm ferðir.
Nú er spurningurin, um Manchester United hesa ferð fær sín spælara?