Víkingur og Sámal Erik Hentze hava í kvøld longt samstarvið fyri kappingarárið 2017.
- Víkingur hevur havt eitt gott kappingarár higartil í ár undir leiðslu av Sámal Eriki. Vit megnaðu at spæla okkum í steypafinaluna, og vit eru framhaldandi við í kappingini um FM heitið, nú einans tvey umfør eru eftir at leika, skrivar Víkingur á heimasíðuni.
- Partarnar báðir eru nøgdir við verandi samstarv, og meta at felagið hevur ein áhugaverda framtíð fyri framman. Víkingur fegnast um, at Sámal Erik Hentze heldur fram í felagnum og ynskir honum góða eydnu við írestandi dystum umframt komandi kappingarár.