Samstarv
- Hetta kann verða byrjanin til nakað heilt stórt.
Tað segði Søren Lunell Brühn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, tá ið hann handaði einum nýggjum dreingjaliði í fótbólti spildurnýggj klæði á samkomu í VB húsinum í gjárkvøldið.
Tað, sum fær sparikassastjóran at brúka so stór orð, er, at dreingjaliðið er tað fyrsta úrslitið av einum veruligum samstarvi ímillum øll fótbóltsfeløgini í Suðuroynni.
Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at øll fótbóltsfeløgini í Suðuroy samstarva um at manna eitt felags oyggjarlið, tí á hesum liðnum eru spælarar úr allari oynni.
Suðuroy aftur á føtur
Tað skerst annars ikki burtur, at fótbólturin í Suðuroy hevur sæð betri dagar. VB/Sumba er aftast í fremstu deildini, samstundis sum Royn og og TB stríðast í tyngra endanum í næstbestu deildini.
Fólkagrundarlagið í Suðuroy er tunt og tí sóu samstarvshugaðir suðuroyingar skriftina á vegginum tá ið hol varð sett á hetta kappingarárið.
Í góðum samstarvi eydnaðist tað at fáa øll feløgini í oynni at ganga saman um eitt felags dreingjalið og nú hevur so Suðuroyar Sparikassi átikið sær at verða fíggjarligur høvuðsstuðul hjá liðnum.
Og stjórin ásannar, at tað, sum ger tað serliga spennandi hjá Sparikassanum at stuðla liðnum, er júst tað, at talan er um eitt samstarv um alla oynna.
- Hetta kann verða byrjanin til eitt felags samstarv, sum í framtíðini kann fáa Suðuroy á føtur aftur fótbóltsliga, segði stjórin á samkomuni í gjár.
- Hetta liðið hevur klárað seg ómetaliga væl og tað kann verða byrjanin til eitt sterkt suðuroyarlið, eisini í vaksnamannadeildini.
Liggja fremstir
At hendan royndin so harafturat hevur eydnast avbera væl, hevur bara styrkt um áhugan fyri at halda fram við hesum samstarvinum.
Felagsliðið hevur vunnið allar sínar dystir higartil uttan ein dyst ímóti KÍ, sum endaði við javnleiki og sostatt eru dreingirnir higartil ósigraðir. Annars hevur talan verið um trivaligar sigrar og tað ger, at liðið nú er nummar eitt í meistarabólkinum.
Eisini Martin Tausen, liðskipari, vónar, at hetta kann vera byrjanin til eitt framtíðar fótbólts-samtarv í allari Suðuroy.
Hann sigur, at ongir trupulleikar hava verið við samstarvinum og at dreingirnir trívast væl saman og tí vónar hann, at samstarvið kann halda fram, helt upp í vaksnamannadeildina.
Dreingirnir á hesum liðnum halda nevniliga, at tað einasta rætta er at øll Suðuroyggin samstarvar og hevur eitt felags oyggjarlið.
Alt liðið venur einaferð um vikuna í Vági og einaferð um vikuna á Tvøroyri. Annars venja dreingirnir úr syðru helvt fyri seg í Vági og teir í norðaru helvt fyri seg á Tvøroyri. Liðið spælir eisini annan hvønn heimadyst í Vági og annanhvønn á Tvøroyri og teir spæla aðruhvørja ferð í VB klæðum og aðruhvørja ferð í TB klæðum.
Venjarar hjá liðnum eru Milan Cimburovic á Tvøroyri og Jón Pauli Olsen í Vági.
Gongur sera væl
Milan Cimburovic, venjari hjá liðnum, fegnast um hetta samstarvið, sum nú er fingið í lag og hann hevur góðar vónir fyri liðnum.
- Spælaratilfeingið er stórt og tað ger, at tað er stór kapping um hvørt einasta pláss á liðnum. Tað lyftir venjingina upp á eitt høgt støðið, tí allir venja hart og stríðast fyri sínum plássi á liðnum. Teir, sum ikki røkka plássið á A-liðnum, spæla so á B-liðnum.
Hann sigur, at samstarvið hevur riggað sera væl og nevndirnar í lokalfeløgunum hava verið sera jaligar.
- Samstundis hava dreingirnar tað sera gott og hughaligt saman.
Venjarin vónar eisini, at hetta kann verða fyrsta stigið til eitt samstarv um alla Suðuroynna um fótbóltin sum heild.
- Hvør sær megna vit ikki at manna lið, hvørki í syðru helvt ella í norðaru helvt og tí er samstarv einasta gongda leiðin sigur hann.
Hann vónar tí, at hetta samstarvið kann halda fram so at øll fáa eyguni upp fyri, at samstarv ímillum øll feløgini í Suðuroy er einasta gongda leiðin, eisini í vaksnamannadeildini.
Liggja nummar eitt
Hetta felags dreingjaliðið í Suðuroy hevur higartil spælt fimm dystir. Og tað kann ikki sigast at tað hevur gingið avbera væl, tí higartil hevur liðið seks sigrar og ein javnleik at vísa á. Og summir sigrar hava verið trivaligir, tí málmunurin er 24-4.
Í steypakappingini vann liðið 7-1 á HB og er sostatt komið víðari í steypakappingini.
Í landskappingini hevur liðið spælt fýra dystir:
Ímóti B36 vunnu teir 4-0, ímóti FS Vágum vunnu teir 9-1 og ímóti NSÌ vunnu teir 3-1. Einastu einastu stig, teir hava tapt, var ímóti KÍ, har úrslitið var 1-1.
Sostatt er liðið fremst í meistarabólkinum í kappingini um FM heitið.
À myndini síggjast- aftasta rað frá vinstru standa Pætur Ellendersen, Royn, Heini Bech,VB, Hanus Mortensen, TB, Tórur Sørensen,VB, Sjurður Ferja, TB, Reidar Dahl Joensen, VB, Benjamin Petersen, TB, Heini Vansdal, VB.
Í miðraðnum frá vinstru standa: Andreas Vestergaard, TB, Michael Jespersen, TB, Petur Mohr Mortensen, TB, Gunnleif Olsen, TB, Chris Craib, TB, Teitur Tausen, VB, William Berg, Royn, Rene Petersen, VB
Í fremra rað frá vinstru eru tað Martin Tausen,VB, Jón Magnusarson, TB, Adrian Cieslewicz, VB, Tróndur Tummassarson, TB, Eyðun Gudmundson, VB, Gunnar í Dali, TB, Rani Johanessen, VB og Jan Smedemark, TB
Heini Mortensen, TB er ikki við á myndin.
<SUP$?$end$!$ </SUP$?$end$!$</U>