Hesir elva til stríð millum Føroyar og ES

Føroyingar vilja halda fram við at fiska eftir búrfiski, meðan ES vil banna allari veiðu eftir djúpfiskaslagnum.

 

Seinastu nógvu árini hava føroyingar fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi. Búrfiskur er ein djúpvatnsfiskur, reyðgulur við reyðum høvdi, og verður upp í 75 sentimetrar til longdar. Á okkara leiðum fæst hann fyri tað mesta djúpri enn 600 metrar, hann heldur til á 200 til 1700 metra dýpi, møguliga enn djúpri. Á sunnaru hálvu, við Nýsæland og Avstralia, hava teir í mong ár fiska nógvan búrfisk.

 

Búrfiskurin er norður gjøgnum alt Atlantshavið til Íslandryggin og útsynningshornið í føroyskum sjógvi. Á Miðatlantsrygginum, undir Grønlandi, við Labrador og Nova Scotia, Suðurafrika, Nýsæland, Avstralia og Kili.

 

Búrfiskur er góður matfiskur, sambært snar.fo, men nú vil ES steðga føroyska fiskiskapinum eftir búrfiski í altjóða sjógvi. Evropasamveldið legði tí fram eitt uppskot á ársfundinum hjá NEAFC, sum er fiskiveiðueftirlitsstovnurin í norðuratlantshavi, um at banna beinleiðis fiskiskap eftir búrfiski í altjóða sjógvi. Føroyar løgdu, eins og undanfarin ár, fram eitt uppskot um at loyva hesi veiðu.

 

Niðurstøðan var tó, at hvørki uppskotið vann frama.

- Fiskiskapurin eftir búrfiski er tó fevndur av yvirskipaðu samtyktini fyri fiskiskap eftir djúphavsfiskasløgum, sum semja var um at leingja fyri 2018, boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá.

 

Føroyar eru limir í NEAFC í felags sendinevnd við Grønlandi. Hinir limirnir eru ES, Ísland, Noreg og Russland.