Hesir eru úttiknir til U18

U18-landsliðið við monnum skal í aðru viku taka lut í EM-kapping í Georgia

U18-landsliðið við monnum skal í aðru viku taka lut í EM-kapping í Georgia. Kappingin er skipað á sama hátt, sum tann, ið U20-landsliðið júst hevur luttikið á, har tvey lið úr hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar og at tað annars eru plaseringsdystir. Vinnarin av kappingini tryggjar sær atgongd til HM-endaspælið í 2019 fyri U18-landslið, skrivar HSF.fo.

 

Føroyar eru í bólki við Luksemborg, Estlandi, Litava, Makedonia og Sveis. Venjarin, Birgir Hansen, hevur úttikið hesar til uppgávuna:

Heini á Heygum, VÍF

Andri K. Hansen, STÍF

Martin Danielsen, STÍF

Ivan Mrdalo, STÍF

Dánjal Ragnarsson, Neistin

Julian Kragesteen, Neistin

Jónas Rasmussen, Neistin

Tróndur Mikkelsen, Skjern Håndbold

Høgni F. Gaard, Skjern Håndbold

Gilli S. Holm, Oure

Pauli Mittún, H71

Sakaris A. Sakarisson, H71

Hákun av Teigum, H71

Bogi Hansen, H71

Elias á Skipagøtu, H71

Pauli Jacobsen, H71