Hesir fara í søguna

Um eitt ár verður ikki møguligt longu at skriva ein kekk. Fíggjarráðið í Danmark hevur nevniliga avgjørt at steðga samstarvinum millum bankar við kekkum við árslok 2016. 


Sambært Bank Nordik er avgerðin tikin, tí nýtslan av kekkum hevur verið alsamt fallandi seinastu árini, ímeðan føroyingar og onnur hava skift yvir til elektronisk gjalsháttir.


Bank Nordik skrivar, at bankin fer at góðtaka kekkar fram til árslok 2016, men longu 31. mars 2016 steðgar bankin við at lata kundum kekkheftir.