Í kvøld millum klokkan 20:30 og 21:30 verður altjóða átakið "Earth Hour", sum snýr seg um at sløkkja ljósið í ein tíma fyri at senda eitt signal um, at mann ynskir ein grønari heim.
Men hvussu er vorðið hjá føroysku politikarunum – ætla teir at sløkkja ljósið? Tað hava vit í Sosialinum spurt teir um.
Tað vísir seg, at størstiparturin ætlar sær at sløkkja ljósið - ella tað siga teir í øllum førum.
20 av 35 siga seg fara at stuðla Earth Hour, og fleiri teirra siga, at tað gera tey hvørt ár.
Hesi eru:
Annika Olsen (A)
Bárður á Steig Nielsen (B)
Edva Jacobsen (B)
Rósa Samuelsen (B)
Magnus Rasmussen (B)
Frimodt Rasmussen (B)
Johan Dahl (B)
Erhard Joensen (B)
Aksel V. Johannesen (C)
Eyðgunn Samuelsen (C)
Bjarni Hammer (C)
Djóni Nolsøe Joensen (C)
Ingilín Didriksen Strøm (C)
Jóhannis Joensen (C)
Bjørt Samuelsen (E)
Høgni Hoydal (E)
Beinta Løwe Jacobsen (E)
Hervør Pálsdóttir (E)
Ruth Vang (F)
Jenis av Rana (H)
Ætla ikki at sløkkja - ella bara kanska
Restin av politikarunum eru í iva, um teir fara at sløkkja ljósið. Meginparturin sigur, at tað veldst um umstøðurnar, og at tað hava tey ikki hugsað um, meðan fýra teirra siga, at tað fara teir heilt sikkurt ikki at gera.
Jacob Vestergaard (A)
Elsebeth Mercedis (A)
Heðin Zachariassen (A)
Uni Rasmussen (A)
Christian Andreasen (A)
Beinir Johannesen (A)
Jákup Mikkelsen (A)
Brandur Sandoy (A)
Jaspur Langaard (B)
Helgi Abrahamsen (B)
Kaj Leo Holm Johannesen (B)
Henrik Old (C)
Bjarni Kárason Petersen (F)
Steffan Klein Poulsen (H)
Bill Justinussen (H)
Hesi hava ikki svarað:
Jógvan á Lakjuni (A), Kristin Michelsen (D), Páll á Reynatúgvu (E), Sirið Stenberg (E) og Jørgen Niclasen (A).
LES EISINI: – Tað tænir ongum endamáli at sløkkja ljósið í kvøld