Hesir skulu umboða U18-landsliðið

16 leikarar eru úttiknir til EM-kappingina í hondbólti, sum føroyska U18-landsliðið hjá monnum skal luttaka í í Bulgaria

Komandi leygardag ferðast føroyska U18-landsliðið hjá hondbóltsmonnum til Bulgaria, har liðið skal luttaka í EM-kapping. Mótstøðuliðini verða Bulgaria, Turkaland, Luksemburg og Finnland, áðrenn ein plaseringsdystur at enda skal spælast.

 

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis:

 

EHF samtykti í 2013 at skipa EM-ungdómskappingarnar annarleiðis í mun til vanliga leistin við undan- og endaspølum. Komandi U18-kappingin er fyrstu ferð EHF roynir nýggja leistin í verki, sum framyvir eisin verður galdandi fyri U20-kappingarnar. Kappingin verður nú skipað í eina A- og eina B-kapping. Liðini, sum eru styrkismett sum 16 tey fremstu, leika A-endaspæl, meðan restin spælir eina B-kapping, sum í hesum førðinum verður leikt í trimum ymiskum londum. 4 tey bestu liðini í B-kappingini rykkja síðani upp í A-kappingina, meðan 4 tey niðastu í A-kappingini rykkja niður, tá tann næsta EM-kappingin verður, tvs. tá hesin árgangurin skal spæla U20-kapping. Hesin leisturin borgar fyri einari ítróttarligari meira javnbjóðis kapping, har liðini sleppa at royna seg móti mótstøðuliðum, sum í størri mun eru á sama leikliga støði.

 

Venjararnir hjá U18-landsliðnum, Ingi Olsen og Hjalmar Klein Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar:

 

Málverjar:

Hørður Trygvason – Flensburg-Handewitt

Uni Petersen – Kyndil

 

Útileikarar:

Vilhelm Poulsen – H71

Bartal Klein Olsen – Kyndil

Høgni Paulason Zachariassen – VÍF

Heini Edvardsson – Kyndil

Brandur Halgirsson – Flensburg-Handewitt

Tróndur Wardum – Kyndil

Jóhan í Garðastovu – VÍF

Kaj Johannesen – VÍF

Rani Højgaard – H71

Ólavur av Fløtum Mittún – Kyndil

Niklas Højgaard Hanusarson – H71

Jóni Guttesen Viderø – Kyndil

Jóhan Petur Hentze – Kyndil

Jónsvein Dulavík Joensen – Neistin

 

Leikskráin hjá føroyska landsliðnum sær soleiðis út:

 

Mánadagin 15. august klokkan 18.00 Bulgaria – Føroyar

Týsdagin 16. august klokkan 17.30 Føroyar – Turkaland

Mikudagin 17. august klokkan 15.30 Luksemburg – Føroyar

Fríggjadagin 19. august klokkan 15.30 Finnland – Føroyar

Sunnudagin 20. august Plaseringsdystur