Hesir sleppa ikki á vøllin enn

Betri deildin: Valerijs Sabala og Dmytro Lytvyn bíða eftir arbeiðs- og uppihaldsloyvi

KÍ gjødi í vikuni sáttmála við lettiska áleyparan Valerijs Sabala, og ukrainska verjuleikaran Dmytro Lytvyn, men teir verða ikki at síggja vøllinum fyribils, skrivar Norðlýsið.

 

KÍ byrjar kappingarárið á Skála leygardagin klokkan 17. Tey flestu munnu hava KÍ sum ein av favorittunum til FM, um ikki sum favorittin. Tað hevur gingið væl til venjingardystirnar, men liðið bleiv koppað í Klaksvíkskappingini, men vann Stórsteypadystin sannførandi.

 

Tað hevur allatíð ljóðað, at KÍ hevur leitað eftir tveimum spælarum afturat, eftir at spælarar sum Jóannes K. Danielsen, Bob Sumareh, Ivar S. Rønning, Daniel Bjørkman, Jasper Van Der Heyden og Kristian Joensen.

 

Tilgongdin telur Mads B. Mikkelsen og René Shaki Joensen úr HB, men tað hevur ljóðað at KÍ skal hava tveir spælara afturat. Nú eru teir komnir, men enn má KÍ bíða eftir arbeiðs- og uppihaldsloyvunum.