Hesir umboða Føroyar til EM í hondbólti

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í hondbólti í januar, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki.

Málverjar:

Pauli Jacobsen, HC København (DEN)

Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

 

Bakkar:

Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)

Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)

Óli Mittún, GOG (DEN)

Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)

Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)

Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)

Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)

Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

 

Vengur:

Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)

Leivur Mortensen, HC København (DEN)

Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Allan Norðberg, Valur (ISL)

 

Strikur:

Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)

Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)

Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)

 

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Føroyska liðið savnast til venjingar tann 3. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið. Føroyar spæla venjingardystir móti Italia við Tjarnir, fríggjadagin 9. januar kl. 19.00 og sunnudagin 11. januar kl. 17.00. Atgongumerki til hesar dystirnar kunnu keypast á tjarnir.fo.

Mikudagin 14. januar ferðast liðið til Oslo, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Fríggjadagin 16. jannuar klokkan 19.30 Føroyar – Sveis

Sunnudagain 18. jannuar klokkan 17.00 Montenegro – Føroyar

Týsdagin 20. jannuar klokkan 19.30 Slovenia – Føroyar