Heskey vil gera comeback

Fyrrverandi enski landsliðsleikarin meldar seg nú kláran aftur at tørna út í Premier League

Fyrrverandi enski landsliðsleikarin, Emile Heskey, sum frá 2000-2004 spældi fyri enska stórfelagið Liverpool, meldar seg nú tøkan aftur til eitt comeback í Premier League.

 

Liðið, ið hann ætlar at gera comeback fyri, er barndómsfelagið hjá Emile Heskey, Leicester City.

 

- Leicester er eitt fantastiskt felag, sum hevur lagt grundarlagið undir mínari fótbóltskarrieru. Eg spældi á enska landsliðnum, meðan eg spældi við Leicester, og tað var stórt fyri felagið tá.

- Eg ynski at spæla fyri Leicester City aftur.

 

Emile Heskey hevur annars ikki spælt fótbólt síðani sáttmálin hjá honum við australska felagið, Newcastle Jets, gekk út í vár.