Oljuleiting
Vil væl til verður meira enn tann eina boringin við føroyska markið í ár. West Navion, sum borar ein avmarkingarbrunn fyri The Faroes Partnership samtakið, fer at bora enn ein brunn, tá hesin fyrri er liðugt boraður. Talan er um ein kanningarbrunn í Cambo-prospektinum, ið liggur í loyvinum 204/9 og 10, væl longur norðuri. Ben Arabo, stjóri hjá Amerada Hess í Føroyum váttar, at teir eisini ætla at bora Cambo-brunnin í ár. Hóast hesin brunnur eisini er í bretskum øki, so hevur hann kortini stóran týdning og áhuga fyri oljufeløgini, sum leita eftir olju á føroyska landgrunninum. Cambo er skamt frá markinum og tætt við 9-ára loyvið hjá Agip. Tað er greitt, at henda boringin tí vil hava stóran áhuga fyri eitt nú Agip. Men hon vil eisini hava áhuga fyri føroyskar myndugleikar, nú teir skjótt skulu til at seta út í kortið enn eina útbjóðing. Ikki er ósannlíkt, at úrslitið av hesi boringini kann ávirka, hvørji øki Oljumálaráðið fer at peika út til 2. útbjóðingarumfar.
The Faroes Partnership skal bora enn ein brunn í bretskum øki. Tað er Bedlington prosepektið, sum liggur í teiginum 204/21 ella ikki so langt frá tí brunninum, sum West Navion borar í teiginum 204/16 heilt tætt við markið júst í hesi løtu. Sum skilst er eingin endalig avgerð tikin, nær hesin triði brunnurin hjá Hess við markið skal borast.