Spurningurin um at fáa eitt vaktarskip aftur Tjaldrinum verður møguliga reistur í tinginum
Tað er ein av oddamonnunum í samgonguni, Heini O. Heinesen, formaðurin í vinnunevndini, sum ætlar at reisa málið í tinginum.
Men hann ætlar at geva landsstýrinum møguleika at loysa málið fyrst.
-Eg kann ikki liva við, at tað bara er eitt vaktarskip undir Føroyum, sigur formaðurin í vinnunevndini.
Hann sigur, at tað er sera umráðandi fyri seg, at landsins myndugleikar hava eftirlit við teimum lógum og reglum, sum eru í gildi.
-Og tað fáa vit ikki havt við einum einsamøllum vaktarskipi. Bara at hava eitt vaktarskip er tað sama sum at biðja um lógloysi, sigur Heini O. Heinesen.
Hann sigur, at talan er eisini um ein sera álvarligan trygdarspurning, sum tað er umráðandi at fáa loyst. Tað ber ikki til, at vit skulu leggja alla trygdina á sjónum á eitt einsamalt vaktarskip, sum hartil er farið at eldast.
-Vit tosa í hesum døgum um at byggja nýtt vaktarskip fyri 100 milliónir. Men kunnu vit verða vaktarskip fyriuttan tey bæði árini, tað tekur at byggja skipið, kunnu vit verða tað fyriuttan altíð, og so er ongin grund til at brúka 100 milliónir uppá eitt nýtt vaktarskip, sigur Heini O. Heinesen.
Heini O. Heinesen heldur avgjørt, at tað er brúk fyri einum nýggjum vaktarskipi.
- Men kunnu vit klára okkum í tvey ár við einum skipi, er tað at halda fólk fyri tað turra spott at brúka 100 milliónir uppá eitt nýtt.
Sami ruðulleiki
Tá ið Heini O. Heinesen sigur, at tað hevur serligan týdning at hava eftirlit við lógum og reglum, sum eru í gildi, hugsar hann mest um økisfriðingarnar.
-Vit hava nógvar økisfriðingar undir Føroyum. Hava vit ikki strangt eftirlit við teimum, enda vit aftur í sama ruðulleika,sum vit vóru í frammanundan, tí so verða stovnarnir undir Føroyum oyðdripnir uppá eina løtu.
Hann heldur, at freistingin fer at verða ov stór hjá teimum, sum hava tannn ágangandi reiðskapin at sníkjaseg inn um á stongdar leiðir, um vit bara hava eitt vaktarskip.
Tí sigur hann, at tað er sera umráðandi fyri seg, at vit fáa eitt vaktarskip afturat.
Og hann sigur, at megnar landsstýrið ikki at loysa málið, fer hann at reisa tað í tinginum.
Heini O. Heinesen sigur, at tað besta hevði sjálvandi verið, um landsstýrið sjálvt megnar at loysa málið. Hann ætlar eisini at geva landsstýrinum frið at arbeiða.
-Men verður tað greitt, at onki spyrst burturúr hjá landsstýrinum, er tað púra greitt, at eg fari at reisa málið í tinginum.
- Tí eg kann ikki hugsa mær annað, enn at tingið er sinnað at finna eina loysn á hesum álvarsmáli.
Hann sigur, at verður onki gjørt, er tað tað sama sum at biðja andstøðuna reisa málið.
-So kann eg tað sama gera tað sjálvur. Reisir andstøðan málið, veit eingin, hvat málið endar við. Tí er tað tryggari, um vit í samfgonguni gera tað.
Heini O. Heinesen sigur, at hann ætlar sær ikki at bíða so leingi, áðrenn hann vil hava greiði á málinum, tí nú nærkast tíðin, tá ið tað verður átrokandi at hava tvey skip. Hann hugsar serliga um veturin og várróðurin.