Hesum tunlunum hoyrist kringvarpið í

Í onkrum tunli varð kringvarpið spart burtur  - og privatu rásirnar mugu rinda sjálvar fyri at hoyrast í tunlum

Í løtuni hoyrist útvarpið hjá Kringvarpinum í níggju tunlum kring landið. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Partamaður hansara, Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu útvarpið hoyrist í teimum ymsu tunlunum kring landið.

 

Landsverk varðar av 18 tunlum, umframt at fýra tunlar eru í gerð. Harumframt hava vit Vágatunnilin, Norðoyatunnilin og Eysturoyartunnilin, sum eru í almennum partafeløgum.

 

Útvarpið hjá Kringvarpi Føroya hoyrist í Hovstunlinum, Hvalbiartunlinum, Kollfjarðartunlinum, Leynatunlinum, Norðskálatunlinum, Leirvíkstunlinum, Vágatunlinum, Eysturoyartunlinum, og Norðoyatunlinum.

Mannagongdin hjá Landsverki er tann, at tá ið nýggir tunlar verða gjørdir, verður teknisk útgerð, eisini nýmótans trygdarútgerð, løgd í tunlarnar.

Í hesum sambandi verður útgerð eisini sett upp soleiðis at útvarpið hjá Kringvarpinum hoyrist í tunlunum.

 

Sostatt er ætlanin, at útvarpið hjá Kringvarpinum verður at hoyra í tunlunum Norður um Fjall, Dalstunlinum og Fámjinstunlinum, tá ið teir verða tiknir í brúk. Hinvegin er tað eitt alment partafelag, sum varar av Sandoyartunlinum, sum eisini verður tikin í nýtslu í næstum.

 

Viðareiðistunnilin var liðugur í 2016, men útvarpið hoyrist ikki í tunlinum, tí útgerðin til tað varð spard burtur.

 

Harumframt er tað soleiðis, at tá ið nýmótans trygdarútgerð verður løgd gamlar í tunlarnar, er ein sjálvsagdur partur av hesum, at útvarp eisini verður lagt inn í tunnilin. Hetta varð gjørt, tá ið Norðskálatunnilin og Leynatunnilin vórðu dagførdir.

 

Dennis Holm sigur, at vanliga fáa tær privatu rásirnar tilboð um at vera við í tunlunum, men treytin er, at tær sjálvar bera kostnaðin av hesum, og vanliga er tað ein eyka sendari til hvønn tunnil.

 

Áður eru eisini royndir gjørdar við at seta upp útbúnað í Kollfjarðartunlinum og Leirvíkstunlinum soleiðis, at útvarp hoyrist.

 

Tískil hoyrist útvarpið eisini í hesum tunlum, men ikki líka væl sum, tá ið útvarpið er ein partur av tilbúgvingini.

 

Í fjør varð útgerðin í Kollfjarðartunlinum tó dagførd, so har varð nýggj útgerð løgd í tunnilin, soleiðis at útvarpið hoyrist betri.

 

Antenna varð løgd ígjøgnum allan tunnilin, og sendiútgerð varð sett upp, soleiðis at tað nú ber tað til at hoyra seks rásir.

 

Hetta kostaði 650.000 krónur og skal tað gerast í øðrum tunlum eisini, er tað ein vegleiðandi prísur.

 

Dennis Holm sigur, at hann fer at umrøða málið við Landsverk í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár.