Hetta atkvøða danir um í dag

Í morgun lata atkvøðuhølini í Danmark upp, nú danir skulu á fólkaatkvøðu viðvíkjandi framtíðar samstarvinum innan rættarøkið við restina av ES-londunum.


Danir skulu taka støðu til sokallaða ES-fyrivarni, har Danmark higartil hevur havt eina serstøðu. Nú skal vanligi borgarin taka støðu til, um Danmark skal samtykkja 22 rættarskjøl, ið javnseta danska lóggávu við lóggávu í øðrum ES-londum, ella um Danmark framhaldandi ynskir at vera uttanfyri felags samstarvið.


Millum tey økini er Europol, menniskjahandil, familjurætt, arvamál og avtalur við triðjalond.


Hesi 22 málini eru tó einans toppurin av ísfjallinum. Um tað verður eitt ja á fólkaatkvøðuni, verður tað framyvir lættari hjá Fólkatinginum at samtykkja fleiri ES-lógir í Danmark.


Um danir atkvøða nei í morgin, so merkir tað, at núverandi fyrivarni verður varðveitt. Tað inniber, at Danmark framhaldandi er uttanfyri ES-samstarvið í fleiri økjum, og at Danmark má samráðast um at sleppa upp í ymisk samstarv innan ES. Harumframt kann Danmark ikki luttaka í menningin av lógarmálum, ið Danmark er ein partur av í dag, tá tey verða broytt.


Orðaskiftið um fólkaatkvøðuna hevur verið hart seinastu vikuna, og hevur verið merkt av, at báðar síðurnar í stóran mun hava spælt á óttan hjá dønum.


Nei-síðan hevur lagt dent á, at eitt ja í dag, er at tengja Danmark nærri at ES, ið sambært teimum er ein ódemokratiskur stovnur, meðan ja-síðan hevur spælt upp á óttan um, at danska løgreglan ikki verður ein partur av Europol-samstarvinum.


Av teimum politisku flokkunum er tað bara Eindarlistin, Danski Fólkaflokkurin og Fólkarørslan móti ES, ið stuðlar einum donskum nei, meðan restina av flokkunum mæla til eitt ja.


Hóast greiðu støðuna hjá flokkunum, so vísa veljarakanningarnar, at tað er sera tætt millum síðurnar, tó at nei-síðan hevur munin.


Tá fólkaatkvøðan varð útskrivað fyrr í heyst vístu veljarakanningarnar annars, at ja-síðan var á odda, men aftaná at nógv kjak hevur verið um ES og opnu landamørkini í kjalarvørrinum av stóra flóttafólkastreymurin og yvirgangsálopini í París, hevur nei-síðan megna at vunnið fram í veljarakanningunum. Tað er tó enn ov tíðliga at meta um, hvat úrslitið verður í morgin.