Hetta dámar Aksel ringast av øllum

Nú skulu tey, sum eru til arbeiðis, rinda fyri, at onnur kunnu fara úr arbeiði, og til hús

Samgongan ætlar at broyta skipanina við barnaansing soleiðis at pengarnir skulu fylgja barninum. Tað staðfesti løgmaður í ólavsøkurøðu síni. Tað merkir, at fólk skulu kunna taka børnini úr vanligu dagstovnunum, og so fáa tey gjaldið, sum barnið kostar, og so kunnu tey skipa sína egnu barnaansing.

 

Men hetta hóvar ikki øllum í Løgtinginum. Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkin, sigur, at hetta er tann parturin av ólavsøkurøðuni, sum honum dámar ringast av øllum. Hann vísir á, at føroyingar hava heimsmet, tí tað eru heili 83 prosent av føroyingum, sum eru virknir á arbeiðsmarknaðinum. Í summum londum í Suðurevropa eru tað bara eini 60 prosent av fólkinum, sum eru á arbeiðsmarkanðinum.

 

Ein orsøk til at støðan er so góð í Føroyum, er, at vit hava lutfalsliga góðar dagstovnar góða eldrarøkt og eitt gott heilsuverk, sum tekur um endan. Úrslitið av tí er, at øll vaksin fólk kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum. Sostatt kunnu tey fara til arbeiðis, og tey rinda skatt - og afturfyri fáa tey so eitt dagstovnatilboð frá samfelagnum.

 

Men Aksel V. Johannesen vísir á, at nú ætlar samgongan at venda øllum á høvdið, tí nú skulu pengar takast frá teimum, sum eru til arbeiðis og gevast teimum, sum fara úr arbeiði og heim at passa børn. Hann vísir á, at hetta fer at gera, at fleiri fólk fara av arbeiðsmarknaðinum og hann ivast í, hvussu heppið tað er, tí vit longu sum er mangla vit arbeiðsmegi.

 

Hann stúrir eisini fyri, at hetta kann fara at fáa avleiðingar fyri arbeiði at fáa útlendingar at verða ein natúrligan part av samfelagnum. Hann nevnir sum eitt dømi, at nú hava hava eini 60 fólk úr Ukraina í Føroyum.

 

Eftir hesum kunnu teir fáa almenna pengar fyri at skipa fyri síni egnu barnaansing. Vit læra av hvørjum øðrum, men verður hetta veruleikin, koma hesi børnini ikki at fáa samband við onnur børn, og sostatt verða tey ikki intigrerað í føroyska samfelagið. Aðrir tinglimir vísti eisin á, at hetta er ein støða, sum kann taka seg upp hjá øllum møguligum samfelagsbólkum.