– Suðuroyingar eiga at góðtaka, at tað nú fer at vera dýrari at flyta farm ímillum Havnina og Suðuroynna. Tað halda tinglimir úr samgonguni, og tingmaðurin fyri Sjálvstýri. Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, er tað greitt, at prísurin fyri at flyta farm ímillum Suðuroynna og Havnina. Næsta ár skal Strandferðslan nevniliga hava fimm milliónir meiri í inntøku fyri at flyta farm ímillum Havnina og Suðuroynna.
Tey í samgonguni og í Sjálvstýri halda, at hetta eiga suðuroyingar at tola. Tey vísa á, at ein partur av inntøkunum skal brúkast til at fíggja skipið, sum ætlanin er at útvega til suðuroyarsiglingina afturat Smyrli.
Tað er slíkur hurlivasi á suðuroyarsiglingini, at einasti útvegur er at útvega eitt skip afturat, sum kann føra nógv av farminum ímillum – og nøkur ferðafólk. Samstundi skal hetta vera avloysaraskipið, tá ið Smyril fer í dokk.
Smyril er ikki longur eitt ferðafólkaskip, men eitt farmaskip, sum eisini flytir ferðafólk, og støðan er ótolandi, halda tey í samgonguni.
Tí var høvuðsendamálið yvir øll onnur endamál, at útvega eitt skip afturat og so eiga suðuroyingar at tola, at farmagjøldini hækka. Tingmenninir úr Suðuroynni í samgonguni og Sjálvstýri, gjørdu greitt, at teir halda, at fyrimunurin uppvigar vansan. Men umboðini fyri samgonguna siga eisini, at verður støðan tann, at onkur fær trupulleikar av núggju gjøldunum, eru tey sinna at viðgera málið um at endurskoða prísbygnaðin á suðuroyarleiðini, eitt nú við størri flutningsstuðuli til fiskavirkini.
Men her verður ikki hugsað um Varðan Pelagic ella Bakkafrost, tí tey virkini eru so sterk, at tey klára hesa príshækkingina.
Andstøðan í Løgtinginum mótmælti ætlanini, tí tey halda, at hetta fer at svíða hjá vinnulívinum í Suðuroy. tey halda eisini, at tað er ógvuliga kappingaravlagandi at hækka farmaprísin í einum øki, samstundis sum at allur flutningur nú verður ókeypis í øðrum undirsjóvartunlum, samstundis sum at hann verður lækkaður í Eysturoyartunlinum. Í andstøðuni føra tey fram, at politikurin hjá samgonguni er, at suðuroyingar skulu rinda meir, tí at pengarnir skulu flytast til fólk í meginøkinum, sum sosatt sleppa bíligari - ella sum slett ikki skulu rinda yvirhøvur. Og tað halda tey er púra óhoyrt.