Hetta er alt annað enn nøktandi

Tað er átaluvert, at vit als onga kunning hevur fingið u sigur Aksel V. Johannesen

 

Sjálvandi skal eingin hernaðar-radari setast upp í Føroyum, uttan at myndugleikarnir í Føroyum hava góðtikið tað. Tað ger Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins, greitt í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.

 Hann heldur, at tað er átaluvert, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, ikki hevur lagt málið fyri Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum, tí tað eru fleiri mánaðir síðani, at málið tók seg upp.

– Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er limur í uttan hjá Fólkatinginum, og hann hevur fingið nógv meiri kunning um radaran í trúnaði enn myndugleikarnir í Føroyum vita. Tað einasta vit vita, er tað, sum vit hava frætt í fjølmiðlunu, og tað er alt annað enn nøktandi,  sigur Aksel V. Johannsen.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Aksel V. Johannesen greiða frá síni misnøgd við gongdina í málinum, og framferðina hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanlandsmálum