Føroyska songkvinnan Eivør hevur verið sera virkin seinasta árið, og tað sæst aftur í tilnevningunum til ársins útgávu innan popp/rokk, har hon ikki eigur minni enn tvær av tilnevningunum. Eina fyri útgávuna Bridges og hina fyri útgávuna Slør.
Tað má sigast at loysa seg at vera virkin, tí Eivør vann nevniliga FMA virðislønina fyri besta útgávu innan popp/rokk við útgávuni Slør.
Hini tilnevndu í bólkinum besta útgáva innan popp/rokk vóru Feeling Like a Caged Lion Pacing Behind One Way Glass hjá Ranchus, Home hjá Marius og Lyon hjá Lyon.