Hetta er ein gøla

Lat hetta ikki verða eina stór skomm fyri okkum øll, sigur løgtingsmaður

Vanlig fólk mugu fáa ráð til at brúka Eysturoyartunnilin, sigur Bill Justinussen

Sum støðan er nú í sambandi við Eysturoyartunnilin, er als ikki neyðugt at gera nýggjar vegir til og frá honum. Tað helt Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, turrisliga fyri, í Løgtinginum hendan dagin.

 

Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot um, at landskassin skal rinda ein part av einum nýggjum ringvegi oman fyri Havnina, men Bill Justinussen sigur, at sum støðan er nú, koyra so fáir bilar ígjøgnum tunnilin, at tað er púra óneyðugt.

 

Og hann er sannførdur um, at orsøkin til støðuna, er, at tað er alt ov dýrt at brúka tunnilin, og tískil eru tað alt ov nógvir bilar, sum ikki vilja brúka Eysturoyartunnilin. Og hann heldur, at tað er einki minni enn ein gøla, at tey ikki hava funnið út av at lækka prísirnar, so at vanligar familjur vilja brúka Eysturoyartunnilin – og hava ráð.

 

Tað kostar einar 3.000 krónur hjá teimum, sum brúka bilin hvønn dag og koyra aftur og fram í sambandi við arbeiði ella lestur, ella annað. Tingmaðurin fyri Miðflokkin heldur, at tað hava tey ikki ráð til. Tí er hann sannførdur um, at hevði prísurin farið niður í helvt, so at eingin skal rinda meiri enn 1.500 krónur um mánaðin, er tað ein prísur, sum tey flestu húskini, høvdu góðtikið. Og so hevði ferðslan eisini farið upp á 10.000 bilar um dagin.

 

– Tað er ikki so stórt tal, tí tað merkir bara, at teir bilar, sum koyra nú, skulu koyra tvær ferðir um dagin, ella gott tað, sigur Bill Justinussen.

 

Hann kennir eisini nógv fólk, sum høvdu havt ørindi í Havn tvær ferðir um dagin, ella meiri enn tað – og fólk í Havn, sum hava ørindi á Skálafjørðinum, ella í Norðoyggjum og aðrastaðni. Men tey leggja ørindi á hillina, tí tað er ov dýrt at brúka Eysturoyartunnilin.

 

 

 

Tað hevði loyst trupulleikan

 

Bill Justinussen sigur, at høvdu 10.000 vanligir bilar rindað 1.500 krónur um mánaðin, hevði tunnilsfelagið fingið 150 milliónir í kassan, bara av tí, og so høvdu aðrir bilar staðið fyri tí, sum manglaði í, og so varð trupulleikin loystur.

 

– Skal Eysturoyartunnilin eydnast, verður tað neyðugt at lækka prísirnar fyri vanligu húsarhaldini, so at tey hava ráð til at brúka tunnilin, sigur Bill Justinussen.

 

Hann heldur ikki, at tað er veruleikafjart at fáa 5.000 bilar at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, tvær ferðir um dagin, og so er eingin trupulleiki at fíggja hann, leggur hann afturat.

 

Heðin Zachariasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ivast ikki í, at dýrari tað er at brúka tunnilin, færri bilar fara at koyra hann ígjøgnum hann. Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn heldur, at var tað so einfalt, sum bara at lækka prísirnar, ivast hon ikki í, at leiðslan fyri tunnilin eisini var komin í tankar um tað, og hevði lækkað prísin.

 

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, førdi fram, at endamálið má vera at fáa tunnilin goldnan, sum skjótast, og tí er tað meiningsleyst, at tað er so dýrt, at eingin vil brúka hann. Eisini Aksel V. Johanneen, formaður Javnaðarfloksins, er sannførdur um, at verður prísurin lækkaður, fara nógv fleiri bilar at koyra ígjøgnum hann.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum ásannar, at tað snýr seg um at finna ta røttu javnvágina. Men hann staðfestir samstundis, at hann fer ikki at leggja seg upp í, hvønn príspolitikk, tunnilsfelagið førir, tí tað er teirra uppgáva at áseta prísin.

 

Vanlig fólk mugu fáa ráð til at brúka Eysturoyartunnilin, sigur Bill Justinussen