Hetta fer at verða ógvuliga darvandi fyri okkum á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað sigur Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Men tað er eisini greitt, at hetta fer eisini at verða ógvuliga darvandi fyri suðuroyingar sum heild.
Nú í mars mánað fer Atlantsflog at broyta ferðaætlanina ímillum Føroya og Keypmannahavn, men trupulleikin er, at tann nýggja ferðaætlanin als ikki passar saman við ferðaætlanini hjá Smyrli.
Nú Atlantsflog broytir ferðaætlanina, er hon løgd soleiðis, at einasta flogfarið úr Danmark leygardag lendir í Vágum klokkan 21:10 - og Smyril siglir av Havnini klokkan 21.15. Tað merkir, at fólk sum koma til Føroyar leygardag sleppa ikki suður fyrrenn dagin eftir, ella á middegi sunnudag.
Sunnudag er ferðaætlanin eisini broytt, soleiðis at einasta flogfarið úr Føroyum til Keypmannahavnar, fer úr Vágum klokkan 11.15, men Smyril er ikki á Havnini fyrr enn klokkan 10.30, tí hann siglir av Krambatanga klokkan 8.30. Sostatt lukkast suðuroyingar, sum koma norður sunnumorgunin, ikki við flogfarinum, tí teir hava bara 45 minuttir at leypa upp á.
Suðuroyingar hava gjørt vart við, at hetta verður ógvuliga darvandi fyri teir, tí nú sleppa tey, sum koma við flogfarinum leygardag, ikki suður sama kvøld, og tey, sum skulu við flogfarinum sunnudan, mugu til Havnar kvøldið fyri. Hetta er ein stórur trupulleiki, tí tað eru ikki so fáir suðuroyingar, sum arbeiða uttanlands, og sum ferðast aftur og fram í tí sambandi, siga suðuroyingar.
Teir vísa eisini á, at sum tað sæst á klokkutíðunum, er tað ikki so stór broyting sum skal til fyri at fáa ferðaætlanina hjá Atlantsflogi og Smyrl at passa saman.
Eitt er støðan hjá suðuroyingum, men Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur, at hetta verður eisini ógvuliga darvandi fyri sjúkrahúsið.
– Vit hava lækna, sum tekur sær av 24 tíma læknavaktini á sjúkrahúsinum. Fleiri av læknunum sum røkja hesa tænastu koma úr Danmark, sgur hann. Hann sigur, at læknarnir sum taka sær av hesi tænastu, skifta vakt sunnumorgun, so at tann læknin sum kemur at loysa av, kemur vanliga suður við Smyrli leygarkvøld – og tann, sum verður loystur av, og loysir av, fer norður við Smyrli sunnumorgun.
Nú mugu teir koma til Føroya dagin ein dag fyrr og teir sleppa ikki av landinum aftur fyrr enn ein dag seinni, og tað er ein stórur trupulleiki, tí arbeiðsgongdirnar verða lagdar til rættis fleiri mánaðir frammaundan, og hesir læknarnir hava eisini aðrar uppgávur at røkja, tá ið teir ikki eru á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hans Pauli Henryson sigur, at umframt læknunum hava tey eisini sjúklingar sum vera fluttir til Danmarkar til viðgerð og teir, sum skulu møta til viðgerð mánamorgun, mugu nú av oynni longu leygardag.
– Tað kann ikki vera rætt, at almenna føroyska flogfelagið tilrættaleggur ferðaætlanina so, at einastu dagligu komur og fráferðir úr Vágum liggja soleiðis at suðuroyingar ikki sleppa við, heldur Hans Pauli Henryson. Hann heldur eisini, at tað átti ikki veri neyðugt at gjørt vart við hetta, tí tað átti at verið sjálvsagt, at Atlantsflog legði upp fyri slíkum viðurskiftum, tá ið ferðaætlanin verður løgd. Hann sigur eisini, at hann hevur sett seg í samband við Atlantsflog um málið, men hevur einki frætt aftur.