- Hetta er eitt løgið inntriv móti lesandi, tí tey eru í einari støðu, har tey hava brúk fyri íkasti til leigu og annað livikostnað. Og so er tað eisini sunt og gott fyri ung, at tey fáa eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðin í einum ungum aldri.
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, er ikki í iva um, at uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, um at lækka inntøkumarkið fyri hvat lesandi kunnu tjena áðrenn tað verður mótroknað lestrarstuðlinum, er eitt stig skeiva vegin.
- Prinsippielt er tað ikki í ordan at gera seg inn á hugin hjá fólki at taka ein eyka tíma til arbeiðis.
Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at ætlanin gongur eisini móti rákinum sum er í løtuni, har fleiri lestrarstørv verða skapt í vinnuni.
- Vit eru í eini tíð, har fleiri fyritøkur og onnur skapa lestrarstørv og onnur størv til lesandi. Hetta er eisini í tráð við ynskini frá fleiri lesandi, ið hava eftirlýst hesum møguleika. Politiska skipanin eigur at virka fyri, at hetta sambandi millum vinnu og lesandi verður so gott sum gjørligt, heldur enn at minka um hugin at teimum at arbeiða.
Sambært Maritu Rasmussen, so hevur vinnan eisini brúk fyri arbeiðskraftini hjá teimum lesandi, nú arbeiðsloysið er tað lægsta í seks ár.
- Tá arbeiðsloysið er so lágt sum tað er í løtuni, hava arbeiðsgevarar brúk fyri hvørjum tíma, ið tey kunnu fáa fatur á. Men hetta uppskotið ger tað minni áhugavert at arbeiða hjá lesandi, tí markið verður sett ov lágt.