Fólk høvdu kanska hug at gløða eitt sindur, tá tveir heldur øðrvísi bilar komu við Norrøna mánadagin. Talan var um tveir nýggjar brandbilar, ið Vága Floghavn hevur keypt, og sum avloysa gomlu brandbilarnar á flogvøllinum.
Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari á flogvøllinum, upplýsir at talan er um eitt stórt frambrot fyri flogvøllin.
- Hetta er ógvuliga stórt frambrot. Vit hava lagt dent á, at vit ynsktu at keypa so góðar, stórar og kraftigar brandbilar sum gjørligt, og tað hava vit. Vit eru so isolera í Norðuratlantshavinum, at tað er neyðugt at hava góða og nýggja útgerð. Við hesum brandbilunum hava vit somu bilar sum Billund, Kastrup og Edinburgh.
Tilbúgvingarleiðarin vísir á, at tað serliga við hesum brandbilum er, at teir eru bygdir til virksemi á einum flogvølli.
- Kanska størsta frambrotið er, at teir eru bygdir til ein flogvøll, meðan teir gomlu bara vóru lastbilar, ið vórðu umbygdir til virksemi. Hesir nýggju bilarnir hava tveir kanónir. Eina uppi á og eina undir, og kunnu teir skjóta vatn og skúm yvir eina fjarstøðu á 100 metrar. Harumframt taka hesir 10.000 litrar vatn, meðan teir gomlu tóku 6.000 litrar.
Jákup Sverri Kass, stjóri í flogvøllinum, upplýsir fyri in.fo, at talan er um eina íløgu á 8,4 milliónir krónur, og eru keyptir frá felagnum Rosenbauer í Eysturríki, ið er størsti framleiðari av brandbilum í heiminum.
Eftir ætlan verða nýggju brandbilarnir tiknir í brúk um miðjan februar, meðan núverandi bilar verða seldir til flogvøllin í Odense.

Hetta er eitt ógvuliga stórt frambrot





