Okkara fakbólkur er lágløntur, og tí er tað gleðiligt, at vit fáa eina lønarhækking. Tað sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
Seinnapartin í fag Fyri skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya undir ein sáttmála, sum verður í gildi frá 1. oktober í fjør til 1. oktober næsta ár.
Forkvinnan fegnast um nýggju avtaluna, sum tilsamans gevur heilsuhjálparum eina lønarhækking upp á umleið 2.000 krónur um mánaðin hesi bæði árini, sáttmáliner í gildi. Sostatt verður endalønin hjá heilsuhjálparum nú 25.000,15 kr. um mánaðin, og tað er eitt stig rætta vegin sigur hon í einum tíðindaskrivi.
– Okkara fakbólkur er lágløntur, og tí er gleðiligt, at okkara limir fáa eina lønarhækking, sigur Mary Antonsdóttir.
Afturat hesum hækkar bólkaleiðaraviðbótin og eftirløn verður goldin av førleikaviðbót. Í serligum førum kunnu heilsuhjálparar fáa eyka feriudagat, tá ið sjúka forðar fyri at teir fáa brúkt frítíðini á rímiligan hátt.
Spurningurin um tiltøk í sambandi við verkføll, hevur leingi verið eitt stríðsmál, og í samráðingunum hesa ferðina var vandi fyri, at tær fóru at slitna upp á hendan ítøkiliga spurningin. Tí gjørdu Heilsuhjálparafelag, Føroya, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, av at lata málið liggja á hesum sinni. Men afturfyri hava tey avtalað at taka spurningin upp aftur í friðartíð.
Partarnir eru eisini samdir um at gera ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu heilsuhjálparar og heimahjálpir kunnu verða settir við hægri setanarbrøki, ella í fult starv. Samstundis hava partarnir eisini avtalað at kanna um tað ber til at seta fleiri heilsuhjálparar í størv á dagstovnaøkinum.