Hetta er heilt óhugnaligt

Tað hevði verið ein háðan ímóti hinum fakfeløgunun, heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Nú er hetta vorðið til ein óhugnaligan glæntrileik. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nú Pedagogarnir eru farnir í verkfall í dag.

 

Í tíðindunum á FM1 vísir hann at, tá ið samráðingarnar vóru slitnaðar, varð semingsmaðurin boðsendur og tað var Pedagogfelagið, sum sendi boð eftir semingsmonnunun. Úrslitið av tí var, var eitt semingsuppskot varð lagt fram, sum gav pedagobunum eina lønarhækking upp, sum varð heldur hægri enn aðrir samfelagsbólkar hava fingið.

 

Men tað vrakaði Pedagogfelagið og sostatt er verkfall nú. Men Jørgen Niclasen sigur, at síðani hevur ein óhugnaligur glæntrileikur tikið seg upp, har Pedagogfelagið er farið at spæla semingsmenn og er farið at senda arbeiðsgevarunum semingsuppskot – sum ikki eru annað enn teirra upprunaligu lønarkrøv.

 

Jørgen Niclasen sigur í tíðindunum á FM1 í dag at soleiðis fara samráðingar ikki fram á arbeiðsmarknaðinum og tað er máa støðið undan semingsmonnunum.

 

Men Jørgen Niclasen heldur, at tað er eisini óhugnaligt, at Pedagogfelagið legst eftir teimum veikastu í samfelagnum, sum hann málber seg. Eg havi ikki orð fyri slíkum, tí tað virkar ov lágt, leggur landsstýrismaðurin afturat.

 

Hann sigur, at so kundi arbeiðsgevarin bara lagt seg niður og givið pedagogunum tað, teir biðja um. Men hann sigur, at tað fara ikki at gera, tí tað hevði verið ein háðan ímóti hinum feløgunum at givið Pedagogfelagnum eina lønarhækking, sum er nógv hægri enn tað, onnur hava fingið. Tað hevði eisini verið eitt signal til onnur fakfeløg, at tað er bara at leggjast eftir teimum veikastu, so fáa tey sín vilja.

 

Jørgen Niclasen dugir ikki at siga, hvussu leingi hendan støðan kann halda framm men nú verður bíðað eftir at okkurt hendur so at semingsmaðurin heldur, at tað er grund fyri at kalla partarnar saman aftur. Tí dugir hann heldur ikki at siga, hvussu leingi verkfallið fer at vera.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvørjar tankar, Jørgen Niclasen hevur gjørt sær um verkfallið