Toppuppgerðin í dag verður í Sarpugerði. Dagsskráin er, at væl upplagda heimaliðið við fyrrverandi B36 spælaranum Súna Olsen skal royna at steðga toppliðnum, har Lawal og Lukasz aftur og aftur hava víst, at teir og Róaldur Jakobsen lyfta B36. B36 hevur higartil í fimm útidystum vunnið 15 stig við málmuninum 15-6! Síðsta sunnudag var úrslitið 1-0 í Runavík, og B36 venjarin Sámal Erik Hentze fegnast um, at marginalirnir eru við honum og spælarunum:
-Hesa ferð vóru vit hepnir, tí NSÍ hevði uppiborið at fáa meiri burturúr.
Mikukvøldið var sjón fyri søgn, at tað er eitt lið á veg rætta vegin, sum B36 hesa ferð skal í Eysturoy at vitja.
At víkingarnir mikukvøldið drivu á fyri at spæla seg víðari í steypakappingini, sum B36 longu í fyrsta umfari varð varpað burturúr, hevur ivaleyst við sær, at Víkingur ikki verður heilt so væl fyri, sum teir í B36 verða. Men hetta vil Víkinga venjarin ikki tosa nakað serligt um:
-Spælararnir venja mest sum alt árið, og teimum dámar best at spæla týdningarmiklar dystir. Vit kenna treytirnar, tá ið tað gongst væl í steypakappingini, og so er tað mín uppgáva at syrgja fyri, at spælararnir eru so væl fyri, sum tað ber til, sigur Víkinga venjarin.
Hallur Hansson tykist hava fingið høvdið fyri seg í Gøtu. Men høvuðsleikarin í 4-1 steypasigrinum mikukvøldið ímóti EB/Streymi var Súni Olsen. Eftir at hann fleiri ferðir fyrr í ár var í miðverjuni, er hann nú í sentrala miðvallarleiklutinum, sum hann í fleiri ár røkti so sera væl í B36. Hjá B36 spælarunum snýr tað seg um at avmarka ávirkanina hjá fyrrverandi liðfelaganum, og hjá Súna og hansara liðfeløgum snýr tað seg fyrst og fremst um at hava stutt tjóður á Lawal og Lukasz.
Hjá B36 er tað ivasamt, um liðformaðurin Jákup á Borg verður førur fyri at spæla. Hann er plágaður av vøddaskaða í búkinum. Símun Joensen framvegis uttanfyri orsaka av knæskaða.
Hjá Víkingi er tað stórur styrkur, at miðvallarin Sølvi Vatnhamar er tøkur aftur. Dánjal Pauli Lervig er framvegis skaddur.