Hetta er ómindaliga synd fyri eitt ungt listafólk

Hon er grundleggjandi ósamd við arbeiðsháttinum hjá Jenisi av Rana

Tað sigur Tina í Dali Wagner, leiðari í Filmshúsinum, í tíðindunum á FM1. Í gjár visti KvF at siga, at Jenis av Rana noktaði fyri at lata stuðul til ein ein film við seksuellum innihaldi.

 

Tina í Dali Wagner ásannar, at formliga hevur Jenis av Rana rætt til tað – men hon er grundleggjandi ósamd. Eg eri ósamd í, at staturin skal gera av, hvønn leikulut, listin skal hava, sigur hon.

 

Hon heldur, at myndugleikarnir eiga at umhugsa at broyta stuðulin til film og at leggja stuðulin í ein filmsgrunn, har ein nevnd avgerð, hvør skal fáa stuðul.

 

Men hon heldur, at tað, sum er hent, er ómetaliga synd fyri eitt ungt listafólk, í hesum føri, Katrini Joensen-Næs, tí við hesum er Jenis av Rana í ferð við at beina fyri hennara yrkisleið, sum listafólk.

 

Tað er eisini ein ítøkiligur vandi, at hon, og onnur listafólk, rýma av landinum, sigur Tina íDali Wagner.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr leiðarin í filmshúsinum greiða frá, hví hon er grundleggjandi ósamd í tí, sum er farið fram.