- Tað harmar tað meg almikið, at nevndin fyri Landsfelag Pensjónista leggur upp til at niðurleggja sambýli og ikki byggja fleiri røktarheim.
Tað sigur Sigvald Kristiansen, fyrrverandi kommunulækni, sum eisini hevur verið formaður í landsfelagnum hjá pensjónistunum í fleiri ár.
- Nevndin fyri landsfelag Pensjónistanna hevur sum eina av sínum fremstu uppgávum at ráðgeva landsmyndugleikunum um viðurskiftini á eldraøkinum.
Og nú staðfestir hann, at nevndin mælir til at niðurleggja sambýli og halda upp at at byggja røktarheim.
Men hann heldur ikki, at nevndin hevur ført nakað nakað fram, sum stuðlar upp undir hetta tilmæli.
Hann heldur eisini, at hetta er eitt tilmæli, myndugleikarnir fegnir taka til sín.
- Teir halda sjálvandi, at tað er hetta, sum flestu føroysku fólkapensjónistar vilja, tá umboð teirra kemur við slíkum útsøgnum, staðfestir Sigvald Kristiansen.
Hann vísur á, at eldraøkið er nógv ment.
- Men vit eru ikki komin á mál enn, og tí er burturvið at mæla landsmyndugleikum og kommunalum myndugleikum at steðga hesari útbygging, sigur Sigvald Kristiansen.
Les øll sjónarmiðini hjá fyrrverandi formanninum í Landsfelag Pensjónistanna, við at TRÝSTA HER