- Vit eiga at brúka teir møguleikar, sum eru.
Tað heldur Bill Justinussen, nú russarar hava sett nøkur føroysk fiskavirki á svartalista so at tey eru útihýst á russiska marknaðinum
Bill Justinussen sigur, at hetta er ein spurningur, sum eigur at verða tikin upp, næstu ferð, vit skulu samráðast við russarar.
Og hann heldur, at vit eiga at gera russarum greitt, at fáa vit ikki betri viðurskifti, og verður samstarvið ikki betri skipað, eiga vit at umhugsa, hvussu vit samráðast við russar og gera fiskivinnuavtalur.
Les eisini: Føroyingar skulu seta tiltøk í verk ímóti Russlandi
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvussu Tingmaðurin fyri Miðflokkin metir støðuna.