Hetta er størsta lopið higartil í føroyskari filmsvinnu

Røða, sum Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri í Runavíkar kommunu flutti fram undan frumsýningini av Trom í Løkshøll seinrapartin leygardagin 12. februar 2022

Við eggjartrom 2

 

Háttvirda samkoma og tit, háttvirda liðið, sum eftir illgongdum stíggjum og við nógvum knossi hava fingið í lag, at tað um eina løtu fer at bera okkum til at síggja fyrstu sjónvarpsrøðina, sum gjørd er í Føroyum - sprottin úr hugskotum og føroyskum skaldskapi. Ein serlig løta, sum fyri føroyskan skaldskap og filmsvinnu kann gerast so avgerandi, at vit einaferð fara at tosa um fyri og eftir. Næstu tímarnir vera ikki ein mánaferð, men nógv tugdu orðini hjá Armstrong “That’s one small step for a man, one giant leap for mankind” koma til mín hesa løtuna, tí ongin ivingur er um, at hetta er størsta lopið higartil í føroyskari filmsvinnu. Nógv smá fet á leiðini, men hinvegin samfelda lopið, sum fer at fáa onnur og ikki minst okkum sjálvi at fata týdningin, sum hetta fer at fáa fyri list og vinnu. Eitt frambrot á nýggjum leiðum.

Borgararnir eiga kommununa og umboðandi valdið skal til eina og hvørja tíð brúka líknaða fæið til hóskiligar og neyðugar lokalar lunnar. Men. So hvørt sum kommunala høpið er vaksið og víðkað hesi seinru árini, er hesin geirin vorðin ein so trivalig súla undir samfelagnum, at hon eigur at taka lut í stimbranini av tjóðarinnar alt avgerandi undirstøðu – málinum og mentanini. Vera tjóðarbyggjandi. Innan- sum uttangarðs.

Verkætlanin Trom skákaði líkasum establishment´ið og tess regluverk, viðtøkur og heimildir. Hetta var ikki ein provokatión fyri provokatiónina, men ein ítøkilig ætlan, sum sendi geislandi skjálvtar gjøgnum skipanina. Føroyar vóru ikki klárar, hugsað var so stórt, og tað er júst tað sum flytur okkum fram á leið, at landspolitiski geirin kom sær meiri ella minni í rasshaft av einum gøtumanni, sum ætlaði at flyta søgurnar hjá einum øðrum gøtumanni, onkur sigur havnarmanni, vit eru allir skyldmenn, yvir á kykar myndir.

Um tað var álvari ella eitt trick, fyri at venda skútuni rætta vegin, tá tað fór at ganga sum rótasúpan kring um landið, at framleiðslan helst mátti flytast av landinum, av vantandi fígging, veit onkur, men fram ímóti mánaðarskiftinum juni/juli 2020 tekur Eysturkommuna djúpt niður í kommunuposan og boðar frá sínum trivaliga stuðuli til verkætlanina. Um sama mundið sendi Runavíkar kommuna eitt tíðindaskriv í umfar undir yvirskriftini: Við eggjartrom. Staðfest verður í skrivinum: “Av heilum huga ynskir Runavíkar kommuna at vera partur av hesum – eisini at vera partur av hinum fíggjarliga høpinum í einum skilagóðum lutfalli.” Retoriskt verður síðani spurt: “Í hesum málinum standa vit við eggjartrom – spurningurin er so, fara vit útav, ella megna vit at syfta okkum inn av tromini aftur?” Eftir samráðingar við Trom-høpið tók býráð okkara eitt ár seinri – hin 24. juni 2021 – einmælt undir við at stuðla verkætlanini fíggjarliga við einari fjórðingsmillión krónum.

Tá so mangt annað skúm er dovnað og foykt burtur, standa bert tey veruligu virðini eftir, tað hava kreppurnar um ikki annað lært okkum. Tá til skarpskeringar kemur, stendur bara undirstøðan eftir – infrakervið. Mál og mentan og alt tað, sum er sprottið úr hesi tjóðskaparligu “ósjónligu” felagsognini, stendur altíð eftir, men høpið hevur tørv á áhaldandi røkt og nýhugsan, skal tjóðin varðveitast í góðum standi, eisini hjá okkara eftirkomarum. 

Tað er sum við Støðlafjalli, ið treystliga hyggur niður yvir sóknarbørnini í Gøtu og hábærsliga skoðar yvir okkum, ið búleikast við Skálafjørðin. Vallaða grótrúgvan – ið skilir okkum og samstundis knýtir okkum saman.

Fyri góðum hálvum øðrum ári síðan kendist tað, sum stóðu vit við eggjartrom. Dagurin í dag er staðfestingin av, at viðfødd evnir, treiskni og eirindaleysur vilji altíð sigra umsíðir, um tærið í tí tú fæst við annars er borðbært. Vit fóru ikki útav, men syftu okkum inn av tromini aftur, og tað kann fara at vísa seg at vera eitt skamtalop í føroyskari mentanarsøgu. 

Takk fyri at tit løgdu leiðina hendan vegin, nú bulmikli kyki nýføðingurin, Trom, skal berast fram í ljósan dag á fyrsta sinni.

Enn einaferð - hjartaliga vælkomin og takk fyri at tit bóru okkum hesi boðini í býggj.