Hetta er stóri farvældagurin í Klaksvík

Tað eru átta ár síðani, at EB/Streymur vann stig í Klaksvík

Fyri átta døgum síðani tryggjaði KÍ sær FM heitið. Tað var við 3-1 heimasigri ímóti B36.

 

Í dag eigur meistaraliðið heimavøll ímóti EB/Streymi, sum ikki hevur vunnið stig í Klaksvík síðani 2013, tá ið báðir dystirnir har norðuri endaðu við javnleiki. Hetta er síðsti heimadysturin hjá KÍ í ár.

 

Hjá KÍ er Árni Frederiksberg tøkur aftur. Hann var leikbannaður mikukvøldið, tá ið KÍ tapti 2-1 á útivølli ímóti HB. Miðvallarin Deni Pavlovic er leikbannaður í dag.

 

Hjá EB/Streymi er liðformaðurin Andras Ó. Olsen leikbannaður, og Heðin Klakstein er ikki tøkur, tí hann hevur brotið nøsina. Arnbjørn T. Hansen varð skiftur inn hósdagin á Tvøroyri, tá ið EB/Streymur við 1-0 sigri endaliga tryggjaði sær rættin eisini í 2022 at spæla í bestu deildini. Arnbjørn var á vøllinum í 23 minuttir, so noyddist hann skaddur aftur av vøllinum.

 

Í Klaksvík er tað greitt, at fleiri av teimum, sum í ár hava verið við til at manna liðið, ikki vera í Klaksvik í 2022. Boris Dosljak, sum í gjár skoraði eitt mál á næstbesta liðnum, sum vann 4-0 á útivølli ímóti EB/Streymi, hevur verið í Klaksvík og KÍ síðani 2018. Hann verður ikki í Klaksvík í 2018. Bob Sumareh, sum hevur skorað 14 mál, og sum hevur verið nógv skaðadarvaður, verður ikki í KÍ næsta ár, og tað vera norski Ivar Rønning og svenski Lars Daniel Björkman heldur ikki. Felags fyri teir báðar er, at teir hava verið nógv skaðadarvaðir.

 

Leygardagin fara klaksvíkingar yvir til Gøtu eftir FM steypinum og gullkrónunum.

 

Leygardagin fer EB/Streymur at spæla á heimavølli ímóti B68.