- Bara eitt, sum minnir eitt sindur um hetta. Tað var tá nakrir grønlendskir sletuhundar høvdu verið í altjóða fjølmiðlum. Tá fekk mann eisini eina skipaða teldupost-herferð frá ávísum felagsskapum. Men hetta er tað mesta, ið hevur verið.
Tað sigur Høgni Hoydal, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi, við Rás 2, um nógvu mótmælini, ið verða send fólkatingslimum.
Høgni Hoydal sær tó bjart uppá framtíðina, og sigur at tað møguligt at tosa við mótmælisfólkini.
- Tað er trupult at venda meiningina hjá teimum, ið eru mest aktiv í Sea Shepherd. Tað er næstan, sum at man tosar við fólk úr eini aðrari planet. Men tað ber til at venda gongdini.
Trýst á pílin undir myndina fyri at hoyra alla samrøðuna við Høgna Hoydal