- Hetta er veruleikin í øllum sláturhúsum

Italski myndamaðurin, sum hevur vitjað í Føroyum nógvar ferðir, langar út eftir aktivistiskum felagsskapum

Italski myndamaðurin og føroyavinurin, Alessio Mesiano, hevur skrivað eitt facebookuppslag um grindadráp, sum veruliga hevur fingið vind í seglini seinastu tímarnar.

Hann byrjar við at vísa á, at hann er veganari, og at tað tískil harmar hann, tá eitthvørt djór verður dripið. Hóast hetta er hann vónbrotin av strategiini hjá aktivistafelagsskapum, sum skulu eitast at skula verja náttúruna.

Sum royndur myndamaður fær hann nógvar fyrispurningar.

- Fólk eggja mær mær altíð at taka myndir av grindadrápinum. Tey siga, at eg krógvi veruleikan av "ferocious islands”. Og eg dugi veruliga ikki at skilja hví, skrivar Alessio Mesiano.

##med2##

- Øll lond drepa djór. Sambært fyrispurningunum hjá hesum fólkunum, hugsi eg, um eg eigi at taka myndir av sláturhúsunum í øllum teimum londunum, eg vitji. Skuldi eg heitt á fólk um at blíva veganarar, bara tí eg eri ein betri persónur enn tey? spyr hann retoriskt.

Síðani vísir hann á hjáløgdu myndina, sum sæst her í greinini.

- Hetta er tað einasta, eg fari at vísa tykkum. Orsøkin er einføld: hetta er tað, sum hendir í øllum sláturhúsum. Nú er tað sjógvurin, ið er vorðin reyður, men hetta kundi eisini verið gólvið í einum sláturhúsum. Men her í Føroyum eru eingir veggir at fjala veruleikan. Kanska vit skuldu latið hurðarnar í øllum heimsins slátúrhúsum upp, so fólk kunnu síggja, hvat hendir hvønn einasta dag.

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/post.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Falessiomesianophotographer%2Fposts%2F885163978527584&amp;width=500" width="500" height="524" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allow="encrypted-media"></iframe>

Uppslagið hjá Alessio Mesiano sæst oman fyri her, og til ber at lesa alt har.