Hetta er virkuliga alvorligt

Skulu vit ikki kunna ganga í býnum í Havn uttan at vera eygleidd á hvørjum horni spyr ein býráðslimur, sum er rættiliga fortørnaður

Sum vit skrivaðu á info um vikuskiftið, eru tað fleiri býráðslimir, sum vilja hava vakmyndatól ymsastaðni í Havn. Tey siga, at hetta er fyri at bøta um trygdina, tí tað hendir seg ov ofta, at fólk verða álopin á havnargøtum.

 

Les meiri um tað her:  Tórshavnar Býráð vil hava vakmyndatól runt um í Havn

 

Men tann eini býráðslimur er rættiliga fortørnaður av hesum. Tað er Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn, sum ikki vil vita av, at vakmyndatól verða sett upp í Havn. Hon er enntá rættiliga fortørnað um ætlanina hjá býráðlimum tí hon heldur, at hetta kann ikki passa.

 

– Er tað virkuliga so, at býráðið arbeiðir við yvirvaking, spurdi hon tá ið býráðið umrøddi málið. Skulu vit ikki kunna ganga í býnum í Havn uttan at vera eygleidd av einum vakmyndatóli á hvørjum horni, spyr hon.

 

– Eg vóni veruliga ikki, at tað verður støðan. Tað er virkuliga alvorligt, segði Ruth Vang. Hon førir fram, at kanningar vísa, at, vakmyndatól bøta ikki um trygdina, tvørtur ímóti er tað ein følsk trygd. Hon ásannar, at tað følist tryggari at hava vakmyndatól, men tað merkir ikki, at tað er tryggari fyri tað. Tað er tað nevniliga ikki og tí er talan um eina falska trygd. Býráðslimurin fyri Framsókn viðurkennur, at í onkrum einstøkum føri kann tað hjálpa løgregluni at uppklára brotsverk – men tey, sum eru ordiliga kriminell, tey duga væl at snúgva sær undan slíkum vakmyndatólum, sigur hon.

 

– Tá ið einaræðisharrar seta vakmyndatól upp, er grundgevingin altíð, at tað er fyri trygdina hjá einstaklingum, leggur hon afturat.

 

Tvørtur ímóti heldur hon, at verða vakmyndatól sett upp, verður tað ein høgur prísur, vit skulu rinda fyri tað. Og tað er, at vit missa okkara privatlív. Privatlív hevur eitt stórt virðið í sær sjálvum. Tá ið vit draga gardinurnar fyri, er tað tí at vit fáast við nakað, sum ikki tolir dagsins ljós, men tað er tí at vit vilja verja okkara privatlív.

 

Hetta er ikki London, ella Keypmannahav. Hetta er Havnin og eg fari at stríðast ímóti hesum, um eg so skal gera tað einsamøll sigur Ruth Vang.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at vakmyndatól gera seg ikki inn á privatlívið hjá fólki. Eitt er at virða privatlívið heima við hús, men vakmyndatól standa á alfaravegi og tá kunnu vit ikki tosa um privatlív, sum so. Hinvegin skulu vit øll hava frið til at ferðast á alfaravegi, uttan at stúra fyri at vera álopin, sigur borgarstjórin.   

 

Bjørg Dam, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur, at er heilt burturvið at siga, at vakmyndatól ikki eru fyribyrgjandi. Men hetta snýr seg eisini um rættvísiskensluna hjá fólkið, serliga hjá offrum fyri harðskap og tí hevur tað alstóran týdning, at tey, sum gera seg inn á onnur, verða revsað fyri tað, sigur Bjørg Dam.