Hetta eru nýggju spaniólarnir hjá B68

Tveir spaniólar verða at síggja í reyða búnanum hjá B68 í komandi kappingarári

Sum in.fo skrivaði fyrr í kvøld, so kemur spanski Pedro Tarancon Anton at spæla við B68 í 2016. Hann er tó ikki tann einasti spaniólin, ið verður at síggja á Svangaskarði í komandi kappingarárinum, tí at í kvøld váttar heimasíðan hjá B68, at ein annar spanióli eisini verður B68-leikari.

 

Les eisini: Spaniólar til B68

 

Tann seinni spanski leikarin eitur Carlos Quintana Herrero. Herrero er 28 ára gamal framherji, meðan Pedro er 30 ára gamal verjukendur miðvallari. 

 

Harvið hevur B68 tryggjað sær verjunkenda miðvallaran og framherjan, sum formaður felagsins, Niclas Davidsen, áður hevur sagt, at felagið hevur leitað eftir.